Undirgrundaravtala
Nú tað er sáddur ivi um undirgrundaravtaluna millum Føroyar og Danmark vil Anfinn Kallsberg, løgmaður fegin sissa øll tey oljufeløgini, sum hava gjørt stórar íløgur í Føroyum og sum nú skulu til at fara undir leiting fyri milliardir av krónum.
-Eg vil fegin geva tann boðskapin frá eini samlaðari politiskari skipan, at tað finnast ikki tvær meiningar um hesar spurningarnar.
-Men hvørja viðmerking hevur løgmaður til, at ein fyrrverandi embætismaður í Tinganesi, sum hevur verið við til at ráðgeva í týðandi málum í Tinganesi, nú alment sáar iva um júst ognarrættin til nettupp tær oljuinntøkur, sum her verður tosað um?
-Umrøddi persónur er ikki longur í starvi hjá landsstýrinum og hann hevur heldur ikki úttalað seg sum politiskur talsmaður fyri nakra skipan so vítt eg havi fingið upplýst, tá eg havi spurt um tað. Úttalilsi hansara byggja harafturímóti á eina uppgávu hann hevur gjørt undir útbúgving.
Nú Ekstrabladet hevur gjørt so nógv burtur úr undirgrundaravtaluni heldur løgmaður fyri, at fjølmiðlar fara helst eftir eini góðari søgu og helst eisini eftir konfrontatiónum. ?Vit síggja jú bæði føroyskar og danskar politikarar vísa á, at teir eru skeivt endurgivnir í pressuni og føla seg at verða misbrúktar o.a. Tað er væl ikki annað enn tað, sum oftani hendir, men tað er ótrúliga óheppið fyri trúvirðið hjá tí nýggju føroysku oljuvinnuni, at slík signal verða send út um allan heim. Og tí kann eg ikki nóg sterkt undirstrika, at út frá tí núgaldandi politisku skipanini í Føroyum er eingin ivi um, at avtalan, sum er gjørd við donsku stjórnina og sum eisini Halgir W. Poulsen, advokatur hevur víst á, heldur. Og tað er hana vit taka sum grundarlag fyri tí kompetansu, sum vit hava. Lat okkum tí taka hetta sum ein storm í einum vatnglasi og sum einki hevur við veruleikan at gera.
Anfinn Kallsberg vísir annars á, at avtalan, sum vit hava gjørt við danir, snýr seg ikki um at eiga undirgrundina, men at hava ræðisrætt ella ognarrætt til ráevni í undirgrundini. Tað er ein stórur munur á hesum. Kemur tú so inn á suverenitetin tvs. ?højhedsretten?, tá er tað ein heilt annar spurningur. Løgmaður sigur víðari, at er tað hetta, sum fyrrverandi embætismaðurin í Tinganesi sipar til, tá hann úttalar seg til útvarpið, so hevur hann eisini rætt í tí, nevniliga at vit hava ikki ?overhøjhedsretten? á føroyskum landa- ella sjóøki.
Løgmaður heldur tað tó ikki kann koma uppá tal, at danir kunnu krevja rættin til møguligar inntøkur frá eini møguligari oljuvinnu. ?Tá fari eg at siga sum Halgir W. Poulsen, at tá skjýtur man allar galdandi skipanir til botns.
Anfinn Kallsberg, løgmaður sigur annars, at kemur tað hartil, tað gleðiliga, at tað verður funnin olja í føroysku undirgrundini, so er tann avtalan eisini greið, at tað hevur við sær samráðingar um blokkin. -Vit hava so haraftrat eina avtalu við donsku stjórnina um afturgjalding av skuld, har 500 mill. kr. eru niðurfrystar fram til ár 2018, og skal einans gjaldast, um tað koma inntøkur frá oljuvinnuni. Koma ongar, so verða tær strikaðar. Vit hava tí heilt klokkuklárar avtalur við donsku stjórnina, hvat hendir, um so er, at vit fáa inntøkur frá oljuvinnuni.
Anfinn Kallsberg sigur, at tað er ikki nakað nýtt, at bæði tann undanfarna stjórnin hjá Schluter og tann núverandi hjá Nyrup hava váttað, at tað eru føroyingar, sum hava ognarrættin til eitt møguligt ríkidømi í undirgrundini. Hetta hava teir í og við at teir hava verið við til at gera umrøddu avtalur.
Nyrup váttar
Í samrøðu við Útvarpið mikudagin ger danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen enn einaferð greitt, at føroyingar eiga rættin til rávevni í undirgrundini, og at tann avtalan, sum føroyingar gjørdu við danir í 1992 stendur við og hevur danska stjórnin onga ætlan um at taka hana aftur.