Sjálvboðin gera hyl til Pál

Ætlanin er at gera ein tunnil inn í fjallið innanfyri Oyrarnar í Vági, har tað skal vera pláss fyri einum 50 metra svimjihyli. Hitin skal fáast frá SEV verkinum, har nógvur hiti loypir av. – Hylurin kemur at kosta einar fimm milliónir, og kann vera klárur um eitt ár, sigur Jón Bjarnason, venjari og stigtakari

- Nú hava vit gingið og júkað um ein hyl í fleiri ár, so nú hava vit funnið útav, at skal ein 50 metra hylur gerast, so mugu vit gera hann sjálvi, staðfestir Jón Bjarnason. Hann greiðir víðari frá, at tað er meiningin at sprongja ein tunnil til ein hyl inn í fjallið.

- Spurningurin er bara, hvussu breiður hann skal verða, tí tað er breiddin, sum kostar so nógv. Tekniskt ber væl til, tí teir hava gjørt stór baðilond í Noregi inn í fjøllini á tann hátt, greiðir Jón Bjarnason frá.

Víðari fortelur hann, at ætlanin er at nýta hylin til elituvenjing. Fyrst og fremst til Pál Joensen, men eisini til komandi ættarlið av elitusvimjarum í Suðuroy í framtíðin.


Fimm milliónir

Sambært Jóni Bjarnason, kann hylurin koma niður á fimm milliónir í kostnaði.

- Vit eru nokk so heppin, at tað koyrir illa í Noregi, og vit tí kunnu fáa maskinurnar til boringina bíliga. Tí verður tað, at prísurin á hylinum kann koma heilt niður á fimm milliónir krónur, sigur hann avgjørdur.

Spurdur um tað ikki er vandi fyri, at teir koma í somu støðu sum nólsoyingar, er Jón Bjarnason avgjørdur.

- Tá vit seta okkum nakað fyri, so gera vit tað, og eg haldi tað vera skeivt at samanbera okkum við nakran annan, sigur hann. Men hinvegin væntar hann ikki at fáa pening frá landinum til nakra ætlan.

- Eg havi sjálvur tað hugsan, at vit kunnu gloyma alt um hjálp frá landsins myndugleikum, men alt tað, sum kemur, skal vera kærkomið, sigur hann.


Bíligan rakstur

Størsti parturin av rakstrinum av einum svimjihyli, er at halda hylin heitan. Eisini hetta hava Jón Bjarnason og hini eina loysn uppá.

- Vit byggja innanfyri elverkið hjá SEV á Oyrunum, og so er ætlanin at fáa avlopshitan hjá teimum. Higartil hava vit fingið munnliga játtan frá SEV til hitan. Teir hava verið jaligir alla tíðina, tí teir meta somuleiðis, at tað er betri, at vit fáa hitan, enn at hann fer á sjógv, sigur Jón Bjarnason.


Innsavning gjørd

Hóast nógv tað størsta arbeiðið við hesum svimjihylinum skal verða sjálvboðið, so er ein konta stovnað, har fólk kunnu stuðla ætlanini.

- Eg kenni nógv til sjálvboðið arbeiði, og eg veit, at einaferð rakar mann múrin og manglar pengar, tí hava vit sett hesa innsavningina á stovn, so projektið kann verða gjørt, sigur Dennis Holm. Hann leggur afturat, at fyrstu inngjaldingarnar longu eru gjørdar, hóast kontan ikki varð stovnað fyrr enn í gjár.


Pál er spentur

- Tað hevði verið perfekt. Tað er júst tað, eg hevði vilja havt. Tað hevði gjørt tað nógv lættari fyri meg. Tað er nakað, eg havi droymt um leingi, sigur Pál Joensen, sum ikki kennir so nógv til ætlanina at borða ein tunnil inn í fjallið, fyri síðani at gera ein svimjihyl.

Gongur alt sum ætlað, so kunnu Pál og onnur taka fyrstu tøkini um eitt ár.