Vit hava í áravís lurtað eftir tjóðveldismytuni, um, at danir ella onnur av einari ella aðrari duldari orsøk fyri alt í verðini vilja royna at forða føroyingum í at loysa. Hendan mytan, ið gevur eina ábending um ein stóran tørv at kunna hava onkran annan at skylda uppá fyri egna ómegd, hevur ikki minst verið pískað upp í hesum valskeiði.
Samgongan hevur sagt, at danska stjórnin forðar fullveldinum. Nú er ilt at siga hvussu veruleikanær fullveldisætlanin nakrantíð hevur verið, men ikki kann tað sigast at verða ein stórur fótongul frá danskari síðu fyri føroyskt fullveldi, at man ikki fær fimtan milliardir við sær, tá man fer. Heldur ikki kann tað sigast at verða ein forðing av teimum heilt stóru, at danska stjórnin sigur seg harmast um eina møguliga føroyska avgerð um at loysa.
Ætlar man sær at ferðast úr einum staði í eitt annað, so eru nógvir mátar at koma fram. Ikki ber til at siga, at onkur, ið ikki vil keypa ein spildurnýggjan luksusbil til ferðamannin, forðar honum, tá hann kann taka bussin, ganga, ella koma fram á annan hátt. Kemur ein ferðamaður við einari so vánaligari umbering, at hann ikki fær ferðast, tí eingin luksusbilur verðru keyptur til hann, ja so merkir tað, at hann ikki hættir sær at fara, men vil geva onkrum øðrum skyldina fyri egna væntandi áræði.
Eingin forðar føroyingum í at loysa, um fólkið ynskir tað. Trupulleikin fyri fullveldismenn er, at Føroya fólk ikki tekur undir við fullveldisætlanini hjá samgonguni. Eingin annar enn Føroya fólk situr við avgerðini.
Væl skilligt er, at tá fólk, ið hava verið fløskaði upp við mytuni um, at danir ikki vilja lova føroyingum at loysa, gerast ovfarin, tá tey koma útum landoddarnar í politiskum ørindum. Tá síggja tey knappliga, at alt ikki er ein stór samansvørjing frá danskari síðu og øðrum fyri at forða føroyingum í at loysa.
Tað er ein sjálvfylgja hjá øllum útatlítandi flokkum, at umheimurin til eina og hvørja tíð fer at virða eitt føroyskt ynski um fult sjálvstýri, um hetta verður staðfest á einari fólkaatkvøðu.
Nú eru umboð fyri Unga Tjóðveldið púra ovfarin, og hava funnið útav tí, ið føroyska andstøðan allatíðina hevur sagt. Ein sjálvfylgja er samtykt á einum norðurlendskum politiskum ungmannafelagsfundi, og gleðiligt er, at Tjóðveldismenn nú endiliga hava innsæð, at avgerðin, um føroyingar skulu hava fullveldi ella ikki, liggur í Føroyum og onga aðrastaðni. Tað eru guds børn, ið batna.