Fyrradagin viðgjørdi kommunustýrið í Sjóvar kommunu ætlanirnar um at byggja altjóða høll á Strondum. Umboðini úr arbeiðsbólkinum vóru við á fundinum og greiddu frá ætlanunum, og vildu hava at vita, um kommunustýrið var sinnað at vera ein partur av hesi ætlan.
Kommunustýrið metti verkætlanina at vera sera áhugaverda, og tók fult undir við ætlanunum, og játtaði seg at vera ein partur av tilgongdini, verður sagt í tíðindaskrivi frá Sjóvar kommunu.
– Samlaða íløgan verður umleið 120 milliónir krónur, og Sjóvar kommuna hevur fíggjarliga orku og vilja til at fara undir hesa verkætlan, treytað av at landspolitikarin eisini vil játta pening. Vit hugsa okkum eitt býti, har ið Sjóvar kommuna rindar 30% og landið rindar 70%, stendur í tíðindaskrivinum.
Høll fyri 80-120 milliónir
Síðani ætlanirnar um stórhøll á Strondum komu fram fyri góðari viku síðani hevur borgarstjórin í Havnar kommunu, Annika Olsen, aftur verið frammi, og sagt, at Havnin fer at gera stórhøll við Stórutjørn. Hon væntaði, at høllin kundi takast í nýtslu um trý ár.
Men strandingar lata seg ikki sláa út av tí, um Havnin ætlar at gera eina stórhøll. Tað sær heldur út til at hava sett enn meira ferð á ætlanirnar á Strondum, tí nú hevur kommunan játtað tilsøgn um 30%. Einasta treyt er, at landið vil stuðla við restini.
Vit skulu hava stórhøll í Havn
– Vit hava økið klárt, tætt við tunnilsmunnan til Eysturoyartunnilin, og um rætt verður borið at, so kann høllin helst vera klár at taka í nýtslu á sumri 2022, siga strandingar.
Ætlanin er, at høllin skal vera góðkend til hýsa altjóða landsdystum og kappingum, bæði í hondbólti og øðrum ítróttargreinum, soleiðis at føroyska hondbóltslandsliðið kann spæla altjóða heimadystir í Føroyum.
Hetta fer at betra um karmarnar fyri ítróttini við Skálafjørðin og í øllum Føroyum.
Ætlanin er, at høllin verður sniðgivin, soleiðis at hon tekur seg væl út og passar til staðsetingina, samstundis sum innrættingin fer at geva møguleika fyri fleiri ítróttargreinum og mentanarligum tiltøkum.
Høllin skal eisini kunna nýtast til ráðstevnur og framsýningar av ymsum slagi, eins og møgulig vinna eisini kann hugsast at vera ein partur av samlaðu verkætlanini, sigur Sjóvar kommuna í tíðindaskrivinum.