Í kvøld verður frumsýning á Tjóðpalli Føroya av nýggjum leiki hjá Maritu Dalsgaard um merkiskvinnuna, Sunnevu Sandø.
Leikurin hevur fingið heitið ”Sunneva #57.725” og hann byggir á bókina, “Og dog er det sandt”, sum er um Sunnevu og sum kom út í juli 1945
Leikurin fer fram í árunum frá 1939-45.
Sunneva var fødd í Todnesi á Sandoynni í 1898, har pápin var prestur og hon varðveitti sambandið við síni føroysku vinfólk allar sínar dagar.
Søgan um frælsishetjuna, Sunnevu Sandø, er eitt dømi um, hvussu undrunarsamur, spennandi, lívsjáttandi og ikki minst ræðandi og skelkandi veruleikin kann vera.
Sunneva er í í París undir krígnum og her var hon virkin í mótstøðurørsluni.
Eitt nú fjalir hon tveir teir týdningarmestu menninar innan fronsku mótstøðurørsluna, Pierre Brossolet og Yeo-Thomas.
Í 1944 tekur Gestapo bæði hana og teir báðar og hon verður send til kvinnuleguna, Ravensbruck.
- Vit fáa vit innlit í ræðuleikar, ein ikki kann ímynda sær í sínum villasta hugflogi, tí gerandisdagurin í leguni var ein sugga av neyð og elendigheit, sjúku, deyða, revsingum, týningum, svongd, tosta, ótta, ótryggleika, endaleysum appellum og hópdrápum.
- Hetta er sjálvsagt ein berandi partur av søguni um Sunnevu. Men hetta er samstundis søgan um eitt bergtakandi menniskja, ið tordi og vildi seta sítt lív í vága við tí fyri eyga at bjarga øðrum, at tæna sínum landi og sínum idealum.
Sunneva er heiðrað av franska statinum og danska og bretska kongahúsinum fyri sítt virki undir 2. Verðaldarbardaga og sannlíkt er, at hon eingin annar føroyingur hevur fingið slíka viðurkenning, sum hon.
|