Teitur Joensen, fótbóltsviðmerkjari á Rás 2 heldur, at Luis Suarez eigur at vera millum teir 23, ið eru tilnevndir til Ballon D’or
Hann saknar eisini Brendan Rodgers millum teir tilnevndu venjararnar, og so væntar hann at Cristiano Ronaldo vinnur Ballon D’or annað árið á rað í ár.
Les eisini: Hesir kunnu vinna Ballon D'or
Hvør leikari manglar á listanum?
Tann leikarin, eg fyrst leggi til merkis manglar á listanum, er Luis Suarez. Tú kanst siga nógv um mannin, men at hann ikki skal vera millum 25 teir bestu leikararnar í heiminum er tað reina møsn – eisini um mann tekur langa leikbannid við. Maðurin var ein gandakallur fyri Liverpool síðsta kappingarár, og hetta tykist sum ein politiskt avgerð, at Luis Suarez ikki er á listanum. So haldi eg eisini, at David Alaba væl kundi verið á listanum. Hann er ein fantastiska fleksibul leikari, sum hevur havt eitt fantastiskt kappingarár. Aðrir kandidatar eru Marco Reus og Raheem Sterling.
Hvør leikari skuldi ikki verið á listanum?
Eg haldi faktiskt, at listin er alvorliga sterkur, og teir hava rakt flestu av leikarunum, sum hava havt eitt gott ár. Er tað ein leikari, sum eg kundi funnið uppá at tikið av listanum, er tað Basti Schweinsteiger.
Hvørjir tríggir skulu standa eftir 1. desembur?
Ronaldo, Messi, Costa, Di Maria, Kroos, og Neymar. Hasir seks kappast um tey trý plássini eftir mínum tykki. Men skal eg velja tríggjar, so hevði eg valt Ronaldo, Kroos og Messii.
Er nakar venjari, sum manglar á listanum?
Brendan Rodgers. Venjarin, sum fekk Liverpool aftur í Champions League, og sum var so tætt við at føra teir til fyrsta Premier League-meistaraheitið. Og kanska Christian Gourcuff, venjari hjá Algeria. Kom óvæntað víðari úr bólkaspælinum i HM og hevur vunnið allir dystirnar i bólkaspælinum til African Cup of Nations.
At enda væntar Teitur, at Cristiano Ronaldo vinnur Ballon D'or, og at Diego Simeone verður valdur til ársins venjara.