Rolf Guttesen
--------------
Ein lítil stubbi frá Virgari Dalsgaard hevur vakt mikla øsing millum fjaðursárar nationalistar. Virgar vísir á eina fólksins rødd (vox populi) frá manni, ið siglur úti, hevur víst á løgin ting í føroyskum politikki.
Víðari vísir hann á søgulig fakta, sum grunnir nationalistar helst einki vita um. Hann vísir á fakta, at tað var javnaðarformaðurin P. M. Dam, sum síðst í 50’unum legði grundina til nútíðar vælferðarsamfelagið í Føroyum. Og at tað var við danskari hjálp, at tað bleiv bygt upp. Ikki bara tað sociala økið bleiv bygt upp soleiðis, men vinnulívið og infrastruktururin bleiv bygdur upp av Realkredittinum, 60-milliónagrunninum, Føroyagrunninum, Egnsudviklingsfonden og nógvum øðrum tiltøkum.
Sjarligir tjóðveldismenn duga annars at brúka kjaft
Dávid Isfeldt letst einki at vita um søgulig fakta. Í hvussu so er brúkar hann bara plássið í Dimmu og Sosialinum upp á at eymkast og gremjast um, at Virgar brúkar hørð orð um ’fullveldisdólgar og ábyrgdarloysingar’. Men ikki eitt orð um innihaldið, substansin ella søgulig fakta.
So, skula tjóðveldisfólk og aðrir nationalistar gremja seg um at fáa koyrilin? Gremja seg um, at orðini ikki eru rósandi, herðaklappandi, sjálvforherligandi? Teir sum í 50-80 ár hava gingið fremstir í grovum málbrúki, útspilling og eisini regulerari terrorismu? Ja, terrorismu av grovasta slag hava teir, ekstremu nationalistarnir, fleiri ferður brúkt. Veit Isfeldt ikki tað? Hann spyr óvitandi »Meinar Virgar, at tjóðveldisfólk eru terroristar?« Tað kann Virgar helst geva mong dømir um. Eg vil minna á, at ekstremir nationalistar hava gjørt nøkur ting, sum tíverri næstan eru tagd burtur. So eg vil siga, ja, nakrir ekstremir nationalistar hava verið terroristar. Men tað finnast jú eisini friðarlig tjóðveldisfólk, og rokni við at Isfeldt er ein av teimum.
Nøkur dømir um nationalistiska terrorismu
Í 1945 sprongdist ein bumba undir Tinghúsinum, sum var so kraftig, at húsið lyftist uppfrá, fór illa, allir rútar knústir, líka sum rútar í bókhandlinum og kommunuskúlanum og aðrastaðni fóru í knús. Skúlin varð stongdur í fleiri dagar. Bumban var ætlað P. M. Dam, sum einsamallur hevði sitið og arbeitt í Tinghúsinum tað kvøldið.
Seinni, einaferð í 50’unum, varð skotið við riflu móti Kr. Djurhuus á Tvøroyri. Skotini fóru gjøgnum rútarnar í sovikamarinum og stóðu eftir í songarstokkinum. Kr. Djurhuus bleiv tó ikki raktur. Hús hjá einum moderatum sjálvstýrispolitikara í Havn blivu meiggjaði til við máling og lorti, og hann bleiv terroriseraður pr telefon og upp á nógvar aðrar mátar.
Í einum tíðarskeiði var tað so, at tá Dam kom úr Suðri við Smyrli, ringdi hann altíð framman undan og segði frá, so at partamenn kundu koma á keiina og vera ’body-guards’ og fáa hann óskaddan til hús. Tó mundi endað galið eina ferð úti í Sigmundargøtu, har Jóan Petur Davidsen, javnaðarmaður av Sandi, og Dam komu gangandi eitt kvøldi. Ein lastbilur royndi at koyra teir niður. Jóan Petur var sterkur og kvikur, syfti Dam upp um ein garð. Annars hevði staðið illa til. Pálmasunnudag 1958 var kravgonga móti nato. Dam kom sama kvøld upp við Tjaldrinum, og í tí hann kom í land, fekk hann eina stong við einum skelti í høvdið av einum fanatiskum tjóðveldismanni.
Isfeldt dugir eisini við grovheitum
Stubbin hjá Isfeldt, sum ikki tekur støðu til nakað konkret innihald, uttan bara orðavalið ella stílin hjá Virgari, endar tó við fleiri grovheitum. Ikki minst at samanbera skrivingina hjá Virgari við »týsk bumbuflogfør yvir London.« Og mín sann um hann ikki til endans hevjar seg upp til at tala vegna allar føroyingar. Hatta er nakað nógv. Enn hava fólk ymsar meiningar, og ymsir flokkar eru til. Tað eru so slett ikki allir føroyingar, sum halda at Tjóðveldisflokkurin og Hoydal er svarið.