Í gjár skrivaði Sosialurin, at sambært Sigurði Poulsen, landsbankastjóra, mugu Føroyar læna tíggju milliardir næstu fimm árini. Tað eru tó bankarnir, ið eiga bróðurpartin Ein misskiljing hendi í gjár, ið hevði við sær, at bankarnir ikki vóru nevndir, hóast teir eiga bróðurpartin av lánunum, ið skulu takast. Teir skulu nevniliga nýta tær til endurfígging, sambært Sigurði Poulsen
Hetta vil siga tað sama sum, at landið verður noytt at læna eina tvær milliardir krónur og kommunurnar umleið eina milliard krónur, um verandi gongd heldur fram.
Í gjár segði Sigurð Poulsen eisini millum annað, at vit fyri at kunna fáa hesa fígging á umleið tíggju milliardir krónur, mugu føroyingar megna at fáa stýr á egnan búskap, tí tað er ein fyritreyt, at útlendskir fíggingarstovnar hava álit á okkum, um vit skulu fáa hesi lán. - Fyrst mugu vit fáa stýr á fiskivinnuna, soleiðis, at vit fáa eina javnari veiðu. Ein nýskipan av pensjónini krevst eisini, tí tey eldru gerast alsamt fleiri. Land og kommunur mugu vera undirløgd lógum, soleiðis, at peningurin verður nýttur á bestan hátt og samstarvið gerst betur, umframt, at húsarhaldini mugu fáa álit á føroyska búskapinum, segði Sigurð Poulsen
Hóast hesi lán á tíggju milliardir helst skulu gerast fyri at halda samfelagnum í gongd, sambært landsbankastjóranum, so verður skuldin hjá landinum ikki størri enn tríggjar milliardir, tí sjey av milliardunum skulu nýtast til endurfígging hjá bankunum. Sostatt verður skuldin, ið verður lagd afturat einar tríggjar milliardir. Men búskapurin má eisini vera sterkur, fyri at bankarnir skulu fáa nakra endurfígging.