Sjey menn og ein kvinna

Tað er synd at siga, at nýggja landsstýrismanningin ber boð um størri javnstøðu í politisku umboðanini.

Tá ið Kaj Leo Holm Johannesen fyrrapartin í morgin fer at tilnevna nýggja landsstýrið, verður bara ein kvinna á liðnum hjá BADH samgonguni. Tað er Annika Olsen, sum verður landsstýrismaður í almannamálum. Hon verður varaløgmaður.

Sjey menn eru í landsstýrinum: Kaj Leo Holm Johannesen, Jóhan Dahl og Bjørn Kalsø fyri Sambandsflokkin, Jørgen Niclasen og Jákup Mikkelsen fyri Fólkaflokkin, Kári P. Højgaard fyri Sjálvstýrisflokkin og Karsten Hansen fyri Miðflokkin.

Sjey varafólk taka sæti á tingi fyri nýggju landsstýrisfólkini: Jóna Mortensen úr Havn og seks bygdamenn: Jógvan Skorheim í Klaksvík, Joen Magnus Rasmussen og Reimund Langgaard í Leirvík, Rodmundur Nielsen í Saltangará, Eivin Jacobsen í Sørvági og Brandur Sandoy á Sandi.

Í seinnu ABC samgonguni vóru níggju landsstýrisfólk, og av teimum vóru trý konufólk: Annika Olsen, Rósa Samuelsen og Helena Dam á Neystabø.