Sjey prutl tikin í Runavík í nátt

Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt, men hóast nógv fólk hava verið til tiltøk kring landið, hevur einki álvarsligt verið á vási.

Í Runavík fekk løgreglan í nátt fatur á sjey prutlum, sum nú eru tiknar inn til nærri kanningar.

 

Løgreglan sigur, at tey í Runavík, eins og nógvastaðni í landinum hava avbjóðingar við prutlum, sum koyra um næturnar og larma illa. Illgruni er um, at prutlini koyra skjótari enn loyvt er.

 

– Nú er so friður av teimum, so leingi vit hava tey, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

 

Prutlini skulu kannast á rullubretti, áðrenn støða verður tikin til, um mál verða reist. Løgreglan sigur, at tað kravdi eitt sindur at fáa allar steðgaðar. Onkur royndi at sleppa undan, men kom aftur.

 

Tá løgreglan setur prutlini á rullibrettið, so sæst, hvussu skjótt tey kunnu koyra. Og tað er tað, sum telur í einum møguligum revsimáli. Ikki hvussu skjótt prutlið hevur koyrt, men hvussu skjótt tað kann koyra. Eitt vanligt prutl skal ikki koyra koyra meira enn 30 km um tíman. Tey størri prutlini kunnu koyra 45 km um tíman.