Tey, sum ikki fara á G í Gøtu í kvøld, fáa ístaðin eitt gylt høvið til at fara aftur í sjeytiárini í Havn at minnast góðar, gamlar dagar og góðan, gamlan tónleik.
Í kvøld letur nevniliga legendariski Diskotekklubbin í Havn upp aftur og har verður alment diskotek í kvøld í Deep, sum heldur til í akkurát somu hølum, sum diskotekklubburin var í á sinni.
Tað er ikki bara tónleikurin, sum verður frá sjeytiárunum. Eisini plátuvendararnir verða teir góðu gomlu, Gissur Patursson, Sonne Smith og Tummas Jacobsen, sum vóru vælkend andlit aftanfyri plátuspælararnar, tá ið Diskotekklubbin var í hæddini í sjeytiárunum.
Teir tríggir hava játtað at verða plátuvendarar í kvøld og har fara teir at spæla øll tey góðu, gomlu løgini, sum fekk gólvið at danda og veggin at at skelva fyri 35-40 árum síðani.
Atgongmerki eru seld í forsølu, men verða eisini at fáa við dyrnar frá klokkan 22 í kvøld.
Tey, sum eru nóg gomul minnast, at soleiðis sóu teir út í sínum vælmaktsdøgum í Diskotekklubbanum, Frá vinstru eru tað Gissur Patursson, Tummas Jakobsen og Sonne Smith.