(Skúla)bókasøvnini og PISA - viðmerking til Mortan Hentze

Tað er stórt spell, um vit nú skulu brúka PISA-úrslitið til runublak millum fólkabókasøvn og skúlabókasøvn. Tíðin má heldur vera komin til, at vit í felag royna at fáa sum mest burturúr tí avmarkaða tilfeinginum, sum vit verða tillutað. Serliga úti á bygd er tað neyðugt at samstarva

Nú er tað soleiðis, at lesing er tengd at einum stórum parti av tí virksemi, sum er innan skúlagátt, og tí eigur skúlabókasavnið eisini at kunna bjóða eitt tíðarhóskandi og fjølbroytt úrval av yrkisbókum og føgrum bókmentum, sum næmingar (og lærarar! – kanska foreldur við) kunnu læna og lesa bæði í sambandi við skúlaarbeiði og til frítíðarlesnað.

Bøtast kann bert um lesiførleikan við at lesa – og lesa – og lesa. Eg eri púra samd við Mortani, tá ið hann førir fram at foreldur sum lesa, eiga børn sum lesa.  Líkindini at fáa børnini at lesa eru í hvussu er betri, um foreldrini eru góðar fyrimyndir á hesum økinum. Men tað er als ikki rætt, tá sagt verður, at vit fáa ikki fleiri foreldur og børn sum lesa við at leggja orkuna í at styrkja smáu skúlabókasøvnini.

Skúlabókasavnið – ella námsfrøðiligi tænastudepilin, sum tað verður rópt í fólkaskúlalógini frá 1997 og í bókasavnslógini frá 2001 – er sera t‡dningarmikið í øllum virksemi skúlans. Mortan orðar tað soleiðis: Skúlabókasøvnini eru fyrst og fremst eitt amboð, sum børnini eiga at brúka í samband við teirra virki innan skúlagátt, og skúlabókasøvnini eiga sjálvandi at vera útst‡rd til hetta endamálið. ?Hesum eri eg samd í. Skúlabókasavnið er staðið, har uppl‡singar kunnu fáast úr bókum og øðrum miðlum – hetta kann skúlabókavørðurin vegleiða um og hjálpa við. Skúlabókasavnið eigur eisini at vera staðið, har næmingar hava møguleika at viðgera uppl‡singarnar, teir hava funnið fram – hetta dugir skúlabókavørðurin eisini at vegleiða um. Somuleiðis eigur skúlabókasavnið at vera so rúmsátt, at til ber at formidla n‡ggju vitanina til onnur gjøgnum framløgu, frams‡ning ella annað. Og til hetta arbeiði er tað gott at hava ein skúlabókavørð á síðulinjuni!

Skúlabókasavnið eigur at vera lætt atkomiligt hjá øllum. Sum er hava vit alt ov nógv skúlabókasøvn kring landið, sum halda til í smáum, trongum skotum, og sum tí heldur ongantíð verða ment til nakran námsfrøðiligan tænastudepil. Um skúlabókasavnið/námsfrøðiligi tænastudepilin skal gerast liður í dagliga virksemi skúlans, sum tað er orðað í Kunngerð um skúlabókasøvn frá 2004, eigur tað sjálvsagt at liggja væl fyri á skúlanum, og tað eigur at vera mannað allar skúlatímar við útbúnum skúlabókavørðum. (Í hesum sambandi skal eg skoyta uppí, at skúlabókasøvn júst hava fingið pláss í miðjuni í fleiri skúlum, sum verða bygdir og útbygdir kring landið í hesum døgum – fleiri av hesum skulu í framtíðini sum kombinerað skúla- og bygsasøvn).

Mortan skrivar, at vit heldur eiga at byggja og reka nøkur fá og dygdargóð fólkabókasøvn. Eg eri samd í, at vit skulu byggja dygdargóð fólkabókasøvn, men tað skal ikki vera í staðin fyri skúlabókasøvn. Eingin dugir betri enn skúlabókavørðurin (sum er lærari við víðaraútbúgving) at finna røttu bókina til rætta (skúla)næmingin. At okkum tørvar nógv fleiri føroyskar bøkur til børn og ung at velja ímillum, er ein annar álvarsligur spurningur, sum ikki skal viðgerast í hesum umfari.

Eg dugi ikki at síggja, at hetta skal vera eitt antin/ella – antin skúlabókasøvn ella fólkabókasøvn. Í staðin áttu vit heldur at ganga saman um at siga bæði/og – vit skúlabókavørðir og bókavørðir skulu í felag heita á myndugleikarnar í landi og kommunum um at bera so í bandi, at vit fáa dygdargóð skúlabókasøvn og líka so dygdargóð fólkabókasøvn, so øll kunnu fáa júst ta bókasavnstænastu, tey hava tørv á! ?At skúla- og fólkabókasøvn summa staðni fara at rúmast í sama høli, sum tey nú gera í nógvum millumstórum bygdum, er kanska ikki tað optimala, men tað er kortini skilabetri at brúka orku og pengar uppá eitt kombinerað skúla- og fólkabókasavn enn slettis ikki at hava nakað, tí tað hevði verið avleiðingin nógvastaðni, um tað bert verður satsað uppá at byggja nøkur fá fólkabókasøvn.