Skála eigur ongan landsliðsspælara

Landsliðsvenjarin hevur fyri tað mesta hildið seg til tað trygga, nú Holland er mótstøðuliðið, men tað kann ikki fara at verða leingi, inntil fleiri ungir spælarar av álvara fara at bjóða seg fram

LANDSLIÐIÐ

Átta útisetar og tíggju úr heimligu kappingini. Tað er samansetingin á listanum, sum FSF týsdagin sendi út. Talan er um teir spælararnar, sum Henrik Larsen ætlar at hava við til Sveis, har hollendsku heimsstjørnurnar, sum fyrireika seg til EM endaspælið, bíðað.
Tað er ein møguleiki fyri, at samansetingin fer at verða eitt sindur øðrvísi, tá ið ferðalagið hvítusunnudag fer at lætta úr Vágum. Enn er ikki endalig tilsøgn komin úr Íslandi um, at Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen kunnu sleppa leysir. Feløgini hjá teimum skulu sambært skránni spæla landskappingardystir 1. juni, tá ið Føroyar og Holland fara at spæla. Julian Johnsson segði fyri einum lítlum mánað síðani her á síðunum, at feløgini hjá føroysku útisetunum í Íslandi tóktust vera opin fyri, at føroyingarnir skuldu sleppa við til Sveis.
Átjan manna hópurin hjá Henrik Larsen sær soleiðis út: Jákup Mikkelsen, KÍ, og Jens Martin Knudsen, NSÍ eru málverjar. Útispælararnir eru Pól Thorsteinsson, B36, Óli Johannesen, TB, Johan B. Hansen, AC Horsens, Hans Fróði Hansen, Fram, Arnbjørn Danielsen, B36, Atli Danielsen, KÍ, Súni Olsen, GÍ, Jann Ingi Petersen, Fremad Amager, Fróði Benjaminsen, Fram, Julian Johnsson, ÍA, John Petersen, B36, Jákup á Borg, OB, Rógvi Jacobsen, HB, Símun Samuelsen, VB, Hjalgrím Elttør, Fremad Amager og Andrew av Fløtum, Fremad Amager.
Síðani venjingarleguna í Spania seinnapartin av februar eru fimm spælarar ikki boðsendir hesa ferð. Teir eru Óli Hansen, NSÍ og Christian Lamhauge Holst, Lyngby, sum eru vrakaðir, og so Jóhannis Joensen, B36, Christian Høgni Jacobsen, Vejle og Bárður Johannesen, HB. Jóhannis spældi sunnudagin fyri fyrstu ferð í langa tíð, eftir at hann hevur verið skaddur, og hinir báðir eru langtíðarskaddir.
Mest óvæntaða valið hesa ferð er Arnbjørn Danielsen. Eingin ivi er um fótbóltsevnini hjá 30 ára gamla B36 spælaranum, sum áður hevur verið við í sjey landsdystum. Men hann var ongantíð boðsendur í fjør. Í ár hevur hann fyri tað mesta verið á B36 miðvøllinum, og tað munnu vera tey avrikini, sum venjarin hevur lagt til merkis.

Skálamenninir
Landskappingin er bara trý umfør gomul. Tað hevur ikki gingið meiri enn passaligt hjá HB, sum ofta hevur átt fleiri landsliðsspælarar. Nú er Rógvi Jacobsen tann einasti á meistaraliðnum, sum hevur fingið landsliðsboð. Tað sást ikki aftur á landsliðnum, at tað hevur gingið væl hjá Skála. Tað er góður skikkur, at spælarar skulu spæla seg av landsliðnum. Men tað hevði kanska ikki verið av leið, at onkrir av fríska Skála liðnum høvdu fingið herðaklapp við landsliðsurtøku.
Millum møguleikarnar kundu verið Jónhard Frederiksberg, sum var við onkra ferðina í fjør. Aðrir áhugaverdir Skála spælarar, sum neyvan kunnu vera langt frá landsliðnum, eru eitt nú Arnhold Berg, sum higartil í ár hevur verið sera sannførandi í miðverjuni, og Pauli G. Hansen, sum er felagsmaður um ein háls, og sum aftur í ár hevur verið rættuliga støðugur miðvallari.
Um útisetarnir í Íslandi fara at geva avboð, so átti pláss at verið fyri onkrum av omanfyri nevndu skálamonnunum.
ÍF hevur fleiri ferðir gjørt vart við seg í ár. Fuglfirðingar eru eitt av trimum feløgum í bestu deildini, sum einki umboð hava á landsliðnum. Hini eru B68 og EB/Streymur. Tann spælarin, sum kanska kundi komið upp á tal hjá ÍF, man fyrst og fremst vera Magni á Lakjuni. Hóast hann hevur spælt nógv í bestu deildini og ofta hevur verið eyðsýndur, so hevur hann enn ongantíð verið á landsliðnum. Henrik Larsen var í Fuglafirði, tá ið ÍF vann fjórðingsfinaluna ímóti KÍ, men tá tykist 30 ára gamli Magni á Lakjuni ikki at hava sannført landsliðsvenjaran um, at hann kanska er ein møguleiki frammi í álopinum, har tað er í so tunnligt.

Spurnartekini
Holland hevur bjóðað Føroyum av, tí teir við at skjóta nógv mál og harvið við at vinna stórsigur ætla sær at økja um sjálvsálitið. Tí er eingin ivi, at leikluturin hjá føroyska liðnum verður at verja og samstundis at royna at spæla og ikki sparka. Hetta er einki nýtt.
Hóast øgiligu mótstøðuna so eigur túrurin niður í Alpurnar at vera áhugaverdur, tá hugsað verður um fyrirekingarnar til HM undankappingardystirnar í heyst. Tað verður vónandi soleiðis, at Jón Rói Jacobsen verður tøkur í heyst. Men undir øllum umstøðum er tað ein spurningur, hvørjir skulu vera fremstu evnini til miðverjuplássini. Johan B. Hansen hevur fyri tað mesta verið í útjaðaranum á landsliðnum. Nú spæla hann og Horsens fyri at kvalifisera seg til superliguna. Tað eigur at vera áhugavert at finna út av, um tað ber til at fáa hann í lyklaleiklut á landsliðnum.
Ein annar spurningur er, hvør skal eiga fremstu plássini. Christian Høgni Jacobsen hevur verið fyrsta valið, men hann er langtíðarskaddur.
Og uppaftur ein annar spurningur er, um og hvussu rúm skal fáast fyri KÍ liðformanninum, Atla Danieslen, millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur onkrar løtur verið royndur í miðverjuni og á miðvøllinum á landsliðnum. Atli hevur tikið seg ógvuliga nógv fram síðsta árið. Nú er hann framrættaður miðvallari hjá KÍ, og hann er málsøkin. Harafturat hevur hann bæði verið vongverji og miðvallari í høgru.
Perspektivini eru nógv, og harvið er talan um spennandi hvítusunnuferð. Og hon verður ikki minni spennandi, um onkur skálamaður fer at fáa boð, um okkurt avboðið skuldi komið.