Skála-KÍ 2-1 (1-1):
Skal KÍ ikki aftur í ár fáa ein ávísan likamslut í vatnskorpuna, so skal ein heilt annar vilji til, enn liðið vísti á Skála sunnudagin.
Har høvdu flestu klaksvíkingar helst vónað, at KÍ skuldi vinna sær fyrstu stigini á árinum móti einum heimaliði, sum í fyrsta umfarinum var fyri risa-tapi í Gundadali.
Sama risa-tapið tóktist eisini hava sína ávirkan á liðið hjá Skála fyrstu løtuna av dystinum. Millum lítið og einki hekk saman hjá einum nervatyngdum liði, og fyrsta góða korterið sótu vertirnir tungt á tí mesta. Ikki minst var KÍ fleiri ferðir vandamikið við deyðbóltsstøður, og tað var eisini ein av hesum, sum gav leiðslumálið, tá Símun Joensen tveitti seg fram í bóltin, sum hevði ferðast eitt sindur aftur og fram í málteiginum.
Obi revsaði
Tey flestu vildu kanska sagt, at málið var júst tað, sum skuldi til hjá KÍ, sum nú veruliga kundi seta seg á dystin. Stóra mistakið var, at spælararnir í bláu búnunum tóktust samdir í hesum.
Hóast Skála eina løtu fekk betri pláss at spæla á, so tóktust teir framvegis ógvuliga fjáltusstungnir. Men heldur enn at royna at finna eitt drepandi 2-0 mál, góvu gestirnir at kalla alt initiativ frá sær. Álopsspælið varð avmarkað til at spæla langar bóltar frameftir, og tí hevði verjan hjá Skála sjáldan teir heilt stóru trupulleikarnar av.
Og spakuliga fekk Skála veruliga lagt trýst á KÍ-málið. Jákup Mikkelsen, sum hevði verið mests um arbeiðsleysur fyrstu longu løtuna, fekk nú fleiri innlegg at taka sær av. Og framman fyri málverjan gjørdi verjan ikki dagin lættari hjá honum.
Bæði Jákup og KÍ sluppu tó við skrekkinum, tá eingin hevði hug at tackla Alin Balutoiu, sum tó langaði bóltin á stólarótina. Men so var eisini liðugt við ávaringunum. Obi lat ikki møguleikan fara, tá Ovi Nysted var í gávuhýri, og so kundi nigerianski áleyparin ískaldur seta fram við fyrrverandi liðfelaganum, Jákup Mikkelsen.
Og KÍ kom sær ongan tíð eftir steðgin. Hjá heimamonnunum var sjálvsálitið veruliga byrja at nærkast hæddunum, og sæð burtur frá onkrum sporadiskum KÍ-royndum, so var tað Skála, sum sat á tí mesta.
Obi gjørdist hetjan á degnum, tá hann stútaði hornaspark inn við nærmasta stólpa, og var hepnið við honum, kundi hann enntá skotið sær eitt reint hat-trick, men úr fimm metrum langaði hann bóltin beint í krovið á Jákupi Mikkelsen.
Mannfólkaavrik
Eingin ivi er um, at klaksvíkingar eru alt annað enn nøgdir við avrikið, sum liðið sýndi sunnudagin. Ikki minst tann veruleikin, at spælararnir í sera lítlan mun virkaðu sum ein eind, man níva fast. Og ikki nívir tað minni fast, at liðið enn telist millum tey, sum einki stig hava á kontini.
Hartil tykjast nýggju spælararnir enn ikki at gera tann munin, sum vónir eru um. Bárðir brasiliumenninir hava góðar tekniskar førleikar, men tað var sjáldan, at nakað veruligt moment var í hesum. Og við at bjarga sær eitt býttisligt reytt kort í yvirtíðini mundi Rodrigo ikki verða tann best umtókti spælarin á heimferðini.
Hjá Skála var fagnaðurin eftir dystin skilligur. Fyrst og fremst lá hart arbeiði aftan fyri vendini frá stórtapinum í Gundadali. Men hartil munnu avrikini hjá Arnhold Berg og Obi avgjørt hava fingið plussir í karakterbókina hjá venjaranum, eins og Pætur Dam Jacobsen framdi eitt risa arbeiðsavrik.. At John Petersen nú eisini hevur Alexandur Johansen, Bárð Danielsen og Paula G. Hansen at velja ímillum, ger ikki støðuna verri, og sjálvur fekk John seinastu løtuna prógvað, at fótbóltsevnini eru intakt, hóast navnabrævið um fáar dagar fer upp um tey 36.