Fótbóltur
Lagið var gott á Skála sunnukvøldið. Eftir langan tronga í landskappingini og kós móti botninum, eydnaðist tað at vinna fjórðingsfinaluna í steypakappingini. Harvið hevur Skála fyri fyrstu ferð nakrantíð kvalifiserað seg at spæla hálvfinalu.
Hjá NSÍ hevur tað eftir trilvandi fyrstu umførini leingi gingið væl. Í góðveðrinum á Skála hóskvøldið var Skála leikliga omaná. Umframt 1-0 sigurin var tað ikki minni týdningarmikið hjá skálamonnum at staðfesta, at teir leikliga eru á veg móti meiri enn tí, sum sæst á støðutalvuni, og ikki minst móti meiri enn tí, sum teir vístu móti ÍF mánakvøldið.
NSÍ hevði bóltin nógv, men avrikið var vónbrot. Íblásturin var lítil, og hjá nógvum var talan um avrik væl undir tí, sum tað eigur at verða roknað við. Jústinus R. Hansen og Bogi Løkin, sum seinastu ferðirnar hava verið sentralir miðvallarar, vóru ikki millum teir fyrstu ellivu. Tað varð betri, tá ið Jústinus R. Hansen beinanvegin eftir steðgin varð settur á sentralt pláss, men NSÍ varð ongantíð rættulig hóttan.
Einasta málið fekk heimaliðið beinanvegin. Bólturin varð stungin fram ímillum. Levi Hanssen megnaði at halda Pól Thorsteinsson so mikið aftanfyri seg, at bólturin kundi stikla eina ferð, áðrenn ungi maðurin smekkaði til úr átjan metrum, og tað sang í meskunum aftanfyri Jens Martin Knudsen.
Levi hevur ikki spælt so nógv higartil í ár. Eftir lítlu úrtøkuna í landskappingini hevði Johan Nielsen umskipað Skála liðið. Bogi Gregersen, sum fleiri ferðir ikki hevur verið serliga skarpur frammanfyri mótstøðumálinum, var á beinkinum. Levi loysti av, og hann taðaði væl fyri sær sjálvum. Í vinstra verjuborði var Arnholdt Berg, sum leingi hevur verið skaddur, og í vinstra borði á miðvøllinum stríddist Debus Danielsen sera væl.
Størst týdning av øllum hevði tað fyri Skála og dystargongdina og úrslitið, at liðformaðurin hjá Skála, Pauli G. Hansen, eftir langan skaðasteðg var aftur á sentrala miðvallarplássinum. Hann var eyðsýndasti spælarin av øllum. Pauli bakkaði upp í verjupartinum, fangaði eina rúgvu, megnaði at halda upp á bóltin og spæla skilagott runt og eisini at leggja framrættaðar sendingar og ikki minst at stýra viðspælarunum.
Í 1. hálvleiki hevði Christian Høgni Jacobsen, sum aftur hesa ferð hevði vánaligar treytir at arbeiða undir, góðan fluktara eftir innkast, men Vlada Filipovic bjargaði. Eftir steðgin fluktaði Óli Hansen eftir frísparksframlegging, men bólturin fór væl upp um málið.
Fimm minuttir undan steðginum var Jónhard Frederiksberg tætt við at gera mál, men Jens Martin bjargaði til horna. Tá ið tað restaðu tólv minuttir, drønstútaði Pætur Dam Jacobsen í tvørtræið eftir hornasparksinnlegg úr vinstru. Bólturin støkk í svørðin og aftur í spæl. Harvið helt spenningurin sær inntil síðsta bríksl hjá framúr skilagóða Peturi Reinert.
Skála spældi seg í hálvfinaluna, og avrikið boðar frá meiri í landskappingini. B liðið, sum teir í Runavíkar kommunu skemta við, knockoutaði B liðið!