Viðmerkingar í sambandi við almennar útsagnir hjá stjóranum á Landsverki og tíðindaskrivi um Nýggja tíðarætlan fyri Skúladepilin við Marknagil.
Tað er gleðiligt, at stjórin á Landsverki nú alment hevur lagt eina dagførda tíðarætlan fyri skúladepilin í Marknagili fram og langt um leingi givið komandi brúkarum boðini um, at núverandi dagførda tíðarætlanin vísir, at Skúladepilin í Marknagili verður liðugur í august 2018.
Hetta er nokk ein partur av strategiini hjá Landsverki, har dentur verður lagdur á at kunna um virksemi og sólskinssøgurnar hjá stovninum í seinastuni.
Tað harmar okkum hjá TG Verk, at stjórin á Landsverki velur at enda hvørja einastu av hesum søgum við áhaldandi ákærum og skuldsetingum móti TG Verk um høvuðsábyrgdina av ringa skilinum í byggingini á Marknagili.
Tað er tíbetur ikki so einfalt, at ósannindi verða sonn um tey bert verða søgd nóg ofta. Men tað sýnist júst verða endamálið ella strategiin hjá stjóranum á Landsverki.
TG Verk er ikki rýmt av plássinum
Fyri tað fyrsta, so er TG Verk ikki rýmt av plássinum, men hevur harafturímóti valt at halda sínar sáttmálaskyldur. At partarnir eru ósamdir um nógv viðurskifti er ongin loyna, men flestum kunnugt er ósemjan løgd fyri gerðarrættin og tað verður hesin sami gerðarrættur, ið kemur at avgerða hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. Millum annað eisini um TG Verk er rýmt av plássinum ella ikki.
Takdúkurin í stuttum:
Um stjórin á Landsverki ger sær so mikið av ómaki at lesa byggifundarfrágreiðingar, sum Landsverk sjálvi hava skrivað undir byggingini, kann hann finna út av, at Landsverk gjørdi sáttmála við annan arbeiðstakara, um at byggja broytta takhúsið í august mánaði í 2016. Tvs. uml. 1 mánað áðrenn Landsverk ákærir TG Verk at verða rýmt av staðnum.
Broytta takhúsið og tekjan á runda bygninginum hanga so tætt saman, at Landsverk við at gera sáttmála við annan arbeiðstakara um at byggja takhúsið, samstundis tók partar av upprunaligu tekjuni úr sáttmálanum hjá TG Verk, og lat tað til annan arbeiðstakara at gera. Hetta sjálvt um tað eisini er brot á galdandi sáttmála millum Landsverk og TG Verk.
Fyribils takdúkurin, sum Landsverk valdi at leggja, hevur tískil als onki við TG Verk at gera, men er einans orsakað av vánaligu stýringini hjá Landsverki.
Útsøgnin hjá stjóranum á Landsverki hesum viðvíkjandi er tí beinleiðis ósonn.
TG Verk og eisini onnur mæltu Landsverki til at leggja asfaltpapp sum fyribils tetting á betongdekkini á ovastu hæddini, beinanvegin dekkini vórðu liðugt løgd, á vári í 2016. Hetta tí at tað er altavgerandi fyri framdrift í einari og hvørjari bygging, og eisini fyri at sleppa undan óneyðugum trupulleikum orsakað av byggifukti, at bygningurin verður tættur skjótast til ber.
Tað er óhoyrt, at Landsverk bara lat standa til, og ikki gjørdu alt tey kundu, fyri at bygningurin kundi gerast tættur skjótast gjørligt.
At fyribilstakið fór í ringa verðrinum er harmiligt, men ábyrgdina fyri at tað hendi, eigur Landsverk. Tað átti ongantíð at komið har til, at hetta gjørdist ein trupulleiki.
Valda fyribilsloysnin, at leggja pvc dúk beinleiðis niður á betong hevur verið ein skeiv avgerð frá byrjan, og hetta var Landsverk vitandi um, tí bygningurin gjørdist ongantíð tættur, heldur ikki áðrenn skaðan av vindinum.
Fyribils ella ikki, so mugu valdu loysnirnar tola føroyska veðrið og mugu altíð tryggjast á haldgóðan hátt.
Almenn umrøða
Síðani málið varð sera nógv umrøtt í septembur 2016 hevur TG Verk valt ikki at gera viðmerkingar í fjølmiðlunum, men heldur at hava samskiftið um ósemjuna ígjøgnum gerðarrættin.
Hetta val varð tikið, fyri at tryggja arbeiðsfrið, bæði fyri byggingina av Skúladeplinum í Marknagili, og fyri onnur arbeiðir hjá TG Verk. Báðir partar skulu liva víðari.
Tíðarætlanin nú liðug:
Nú boðar Landsverk frá nýggjari tíðarætlan har tað nú er staðfest, at byggingin verður seinkað hesuferð 1 ár avtrat.
Tað vistu flestu partar longu fyri langari tíð síðani, men nú eru skuldsetingarnar og umberingarnar fleiri og ein kærkomin jólahvirla, sum tók nakað av fyribils takdúkinum, er nú løgd avtrat undanførslunum, soleiðis at fólk flest nú mugu skilja og góðtaka, at ikki verður liðugt fyrr enn til skúlabyrjan 2018.