Skálafjørður til oljuhavn - sum fótur í hosu

Eg haldi ikki tað er av leið at siga, tá tosað verður um eina framtíðar oljuútgerðarhavn í Føroyum, at so passar Skálafjørðurin og økið her inni í Rúnavík sum fótur í hosu til endamálið sigur býráðsformaðurin í Runavík, Jákup Lamhauge nú fyritøkur í oynni og Runavíkar kommuna annars arbeiða við ymsum ætlanum í sambandi við komandi oljuleiting á føroyska landgrunninum.

Runavíkar kommuna er bert ein av fleiri kommunum kring landið, sum hevur boðið seg fram til at hýsa eini oljuútgerðarhavn.

Nú tað nærkast 1. útbjóðing eru bæði kommuna og virki í oynni sinnað til at fara undir nakað meira ítøkiligt. Og tað var eisini í hesum sambandi, at umboð fyri kommununa í Runavík komu á tal við Føroya Kolvetni, sum síðani hevur átikið sær at gera eina kanning og eina frágreiðing til eina oljuútgerðarhavn í Runavík. Teir, ið hava gjørt frágreiðingina eru Niels Sørensen og Graham Steward frá Føroya Kolvetni og Alister McCormick, sum tekst við at ráðgeva oljufeløgum um nettupp oljuútgerðarhavnir. Niðurstøðan í fráreiðingini er tann, at økið er sera vælegnað til endamálið, men samtíðis verður mett, at tað er sera avmarkað, hvat verður av virksemi og harvið inntøkum tey mongu fyrstu árini.

Men onkunstaðni skal skjøtil setast á, og herfyri stovnaði Føroya Kolvetni smápartafelagið ?Atlantic Supply Base?, hvørs endamál er at taka sær av fyrireikingunum til eina størri verkætlan. Í næstum fara umboð fyri Runavíkar kommunu og nýggja felagið ?Atlantic Supply Base? til Aberdeen at luttaka á oljumessuni har.

Tá oljumessan hevur verið verður so farið at stovna eitt partafelag við tí endamáli at fáa fyritøkur og einstaklingar allari oynni at seta pening í verkætlanina. Sosialurin skilur, at stórur áhugi er fyri hesi ætlan, og tað er ikki óhugsandi, at flestu av størstu og peningasterkastu fyritøkum í oynni fara at vera við í verkætlanini.


Føroya besta havn

Ein teirra, sum er fegin og spentur um gongdina er sjálvur býráðsformaðurin í Runavík, Jákup Lamhauge. -Vit halda, at Runavík er eitt sera gott stað til oljuútgerðarhavn. Tað liggur væl fyri geografiskt, og talan er eisini um eina av Føroya bestu havnum, ikki minst til veður. Halda oljufeløg tí, at hetta er rætta plássið hjá teimum at brúka, so er tað spell, um vit ikki hava møguleika at hýsa teimum til ta tíð.

-Eg havi skilt, at tað er ikki so stórur tørvur á havnaøki í sjálvum leitingarskeiðnum, og sum er hava vit longu ávíst havnaøki tøkt. Men hinvegin hevur býráðið gjørt greitt, at skal talan verður um at menna og økja virksemið á pláss-inum, so er neyðugt at byggja havnina út.

Tí hevur kommunan longu samtykt at fremja eina útbygging, har vaksið verður um havnaøkið á landi, og har ein kaisíða við góðum dýpi uppá einar 12 metrar verður bygd. Her verður hugsað um bæði farmaflutning og møguliga oljuvinnu. Býráðsformaðurin ger greitt, at teir - uttan um til eina oljuvinnu - høvdu farið undir eina slíka útbygging. Hon verður at byrja um ikki so langa tíð. Í løtuni er hon á tekniborðinum.

Býráðsformaðurin leggur dent á, at sjálvt um eingin oljuvinna verður, so er íløgan ikki farin fyri skeyti kortini. Hann vísir annars á, at um so er at oljuvinna tekur seg upp og vissa er fingin fyri, at havnin har fer at verða brúkt til oljuútgerðarhavn, so er kommunan sinnað til at byggja eina stóra høll at hýsa oljuvirksemi. Talan verður so um eina høll av sama slag, sum kommunan á sinni bygdi til at hýsa virksemi hjá Beta.

Tað hevur annars verið víst á, at tann gáttin, sum er við munnan á fjørðinum er ein forðing fyri ávísum oljuvirksemi. Hesum vísir ákup Lamhauge vísir aftur. Eg veit t.d. at tað hevur verið fyrispurningur fyrr um at fáa boripall inn á fjørðin, og tá varð tosað um eitt dýpi uppá 10-12 metrar. Minsta dýpið har gáttin er, er 25 metrar. So her skuldi ikki verið nakar trupulleiki.

Hvat hevur býráðsformaðurin í Runavík annars at siga til tey, sum halda, at vit eiga at brúka oljuvinnuna til at fremja ?økismenning? og at tað frá almennari síðu eigur at verða gjørt av, hvar ein oljuútgerðarhavn skal vera!

-Eg ætli mær ikki at leggja meg út eitt politiskt orðaskifti um, hvar ein møgulig oljuútgerðarhavn skal vera. Hetta er nakað, sum má koma heilt náttúrliga frá vinnuni sjálvari. Men tað er ein sannroynd, at júst meginøkið liggur væl fyri og hevur nógvar av teimum funktiónum, sum ein oljuvinna uttan iva vil spyrja eftir. Men tað er eisini skiljandi, at suðuroyingar vilja hava oljuútgerðarhavnina har. Hinvegin rokni eg tó við, at oljufeløgini sjálvi vilja sleppa at gera av, hvørja havn tey skulu brúka. Tey fara so at velja tað plássið, ið liggur best fyri í allar mátar. Meta tey, at slík havn liggur best fyri í Suðuroynni, ja, so verða tey har.


Suðuroyggin

Jákup Lamhauge leggur tó aftrat, at tað er einki dulsmál, at Suðuroyggin liggur nakað malplaserað, tá man sammetir við meginøkið. -Høvuðsstaðurin vil t.d. altíð vera eitt pláss, sum dregur at sær, tí her liggur øll høvuðsumsitingin. Vit síggja eisini, at tað er avmarkað við tænastuvirksemi í Suðuroynni. Tá er støðan øðrvísi á t.d. Skálafjørðinum. Her eru fleiri maskinverkstaðir og specialverkstaðir av ymsum slag. Eisini er stór skipasmiðja við turrdokk á fjørðinum. Tá undirsjóvartunnilin kemur er bara ein tími frá Skálafjørðinum til flogvøllin. Haraftrat kemur, at tað er stutt til Havnar. Ein oljuútgerðarhavn í meginøkinum vil tí altíð hava nógvar fyrimunir.

Uppá fyrispurning um teir hava hugsað um bústaðarspurningin í økinum, tá ein oljuvinna tekur seg upp, vísir Jákup Lamhauge á, at eisini her eru teir væl fyri, tí tað er so stutt til Runavíkar úr nógvum bygdum og býum. T.d. tekur tað bara 35 minuttir til at koyra úr Runavík til Gjáar, sum er tað longsti teinurin í Eysturoynni úr Runavíkini. Tað tekur bara 20 minuttir til Fuglafjarðar osfr.

Við ?The Atlantic Supply Base? í Runavík eru ikki færri enn tríggjar oljuútgerðarhavn við á oljumessuni í Aberdeen. Hinar báðar eru Asco Føroyar, sum er samstarv millum skotsku fyritøkuna Asco og Tórshavnar Skipasmiðju, og síðani Norserv, ið er samstarv millum donsku fyritøkuna Danbor og tvær føroyskar fyritøkur.

Tað skilst, at meðan útlendsk áhugamál eru við í bæði verkætlanini á Sundi og á Drelnesi, so skulu tað bara vera føroyskar fyritøkur, sum standa aftanfyri og reka oljubasan í Runavík. Eisini aðrar kommunur í Føroyum verða við á oljumessuni í Aberdeen í næstum.