Skúlagarður og útiumhvørvi á temadegi

Tann 1. september skipar Synergi fyri temadegi, har fokus serliga verður sett á skúlagarðin og útiumhvørvið á skúlum.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at tey á Synergi hava skilt, at útiumhvørvið á skúlum er eitt evni, sum alt fleiri kommunur og skúlar hava nomið við seinastu tíðina.
Tí er hesin temadagurin settur á skránna, og royndin í hesum verður at skapa eina størri felags fatan fyri, hví eitt lokkandi útiumhvørvi er týdningarmikið, og hvussu eitt slíkt verður skapt.
Við støði í framløgum hjá bæði føroyskum og útlendskum fyrilestrarhaldaranum verður hugt nærri at, hvørjar royndir grannalond okkara hava á økinum, og síðani verður roynt at finna fram til, júst hvussu føroyski tørvurin er á økinum, og hvussu hesin kann nøktast.
Talan er um ein almennan temadag, men málbólkurin er serliga skúlastjórar og -stýrislimir, lærarar, húsavørðar, arkitektar og ráð- og sniðgevar annars.
Meira kann annars lesast um temadagin á www.synergi.fo.