Skúlaheimið í Havn ongar pengar

Sparboð úr mentamálaráðnum ger, at eingir pengar eru til at reka Skúlaheimið hjá Tekniska Skúla í Havn við tað, sum eftir er av árinum Í juni gjørdi Tekniski Skúli vart við, at játtanin rakk ikki til at taka allar teir skikkaðu næmingarnar inn á skúlan, hóast teir longu høvdu fingið boð um, at teir sluppu á skúla. Men Mentamálaráðið gav boð um, at skúlin skuldi flyta pengar frá Skúlaheiminum til skúlan, so at allir næmingarnir kundu byrja eftir summarfrítíðina.

Tað sigur útvarpið hjá Kringvarpinum.

Tískil eru bara 1,4 millión krónur at reka Skúlaheimið fyri í ár, so fyri at bøta um raksturin hevur Tekniski Skúli sett leiguna upp, soleiðis at tað nú kostar 2.640 krónur um mánaðin at búgva á einum dupultkamari og fáa fullan kost í fimm dagar um vikuna.

-Tað ber ikki til at taka meiri í leigu frá einum skúlanæmingi, sigur skúlastjórin, Egon Øregaard, við Kringvarpið.