Felagiđ hevur í kvøld bođađ fjølmiđlunum frá, at okkurt spennandi var at frætta viđ Margáir í kvøld. Hetta hava teir so ruddiliga stađfest, tí EB/Streymur hevur knýtt tveir leikarar í landsliđsflokki aftrat hópinum.
Pauli G. Hansen og Pætur Dam Jacobsen hava í hesi løtu gjørt sáttmála viđ felagsliđiđ úr Sundalagnum. Harviđ hevur liđiđ styrkt munandi um sentrala miđvøllin og høgrabakkplássiđ.
Pætur Dam Jacobsen fekk debut á landsliđnum í ár, og Pauli G. Hansen hevur eisini nakrar landsdystir í skjáttuni.
Viđ Paula G. Hansen hevur EB/Streymur eitt fullgott alternativ til Mikkjal Thomassen, sum enn ikki hevur bođađ frá, hvussu fótbóltsframtíđ hansara sær út.
Pætur Dam Jacobsen er óivađ ætlađur til høgrabakk, sum miđvallarleikararnir Bárđur Olsen og Levi Hanssen skiftivís hava røkt í ár.