Tað kann fara at kosta upp í 2,4 milliardir norskar krónur at umvæla skaðan av bumbuspreingingini í Oslo seinasta fríggjadag. Spreingingin fór so illa við fleiri bygningum hjá tí almenna, at teir mugu annaðhvørt høvuðsumvælast ella takast niður og byggjast av nýggjum.
Paul E. Lødøen, sum er stjóri í ognar- og menningarfyritøkuni Oslo S. Utvikling, sigur, at tað fer at kosta millum 15.000 og 25.000 krónur fyri hvønn fermetur at umvæla skaðarnar og millum 30.000 og 40.000 krónur at taka niður og at byggja nýtt.
-Talan er um einar 60.000 fermetrar, so skal alt takast niður og byggjast uppaftur, verður prísurin millum 1,8 og 2,4 milliardir krónur, sigur Paul E. Lødøen. Harafturat kemur, at aðrir bygningar í grannalagnum hava fingið skaða, og ta rokningina fær tað almenna eisini.
Danska Ekstrablaðið skrivar í dag, at offur og avvarandi fara kanska at reisa endurgjaldskrav ímóti Anders Behring Breivik, og at kravið helst verður millum 250 og 300 milliónir krónur. Av tí at Breivik ikki verður førur fyri at gjalda eitt so stórt krav, endar tað hjá einari endurgjaldsskipan, sum tað almenna eigur, skrivar blaðið.