Skaðin kostar 70 milliónir – Betri Trygging vil ikki rinda

Tað fer at kosta meira enn 70 milliónir krónur at umvæla Skansabryggjuna. Betri Trygging vil ikki rinda fyri skaðan, fyrr enn orsøkin til skaðan er staðfest. Sýnsmaður skal gera sýn og meting, í eini roynd endaliga at staðfesta orsøkina til skaðan

Tórshavnar havn hevur í gjár gjørt avtalu við J&K Petersen um at umvæla Skansabryggjuna, eftir at tað í fjør heyst var staðfest, at fleiri akkersboltar, sum halda nýggju bryggjuni, vóru slitnaðir.

Umvælingarnar skulu nú gerast, og ein partur av bryggjuni kann væntandi takast í brúk fyrst í juni, og alt arbeiðið verður ætlandi liðugt um hálvan november, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni

Tað fer at kosta 60 milliónir krónur at umvæla skaddu akkerini, sum sita í bryggjusíðuni á 8,5 metra dýpi. Harumframt verða nýggj akker sett aftrat, tí tað er óvist, í hvønn mun onnur akker eisini hava fingið skaða – tað er ógjørligt at síggja tey. Nýggju akkerini verða sett inn í bryggjusíðuna á 4,5 metra dýpi, og hetta arbeiðið kostar 10,3 milliónir krónur.

Talan er um 16 metrar langar stengur, ið eru 6,7 sentimetrar tjúkkar, og sum sita fastar á betong-plátum inni í grótfyllingini innan fyri bryggjukantin. Á ytru síðu er bryggjukanturin festur í stengurnar við stórum møtrikum.

Orsøkin skal staðfestast

Bryggjan er sett á botnin við einari grótfylling frammanfyri. Í miðjuni á bryggjusíðuni, á 8,5 metra dýpi, situr ein røð av akkerum, og eitt ovara rað av akkerum er lagt ovast í bryggjukantin. Tað eru bert akkerini á 8,5 metra dýpi, sum eru slitnað. Nýggju akkerini verða løgd á 4,5 metra dýpi.

Kanningar hava víst, at fleiri akkersboltar eru bendir so nógv, at teir hava ikki fulla styrki. Akkersboltar eru slitnaðir, tí teir eru bendir niður, og serfrøðingar hava ymiskar hugsanir um, hví hetta er hent. Skaðarnir eru staðfestir ymsastaðni á bryggjuni.

15. oktober í fjør varnaðust froskmenn, at fleiri akkersboltar vóru slitnaðir. Tá vóru 300 metrar av bryggjukanti lidnir, og yvirtøkan av hesum fyrra partinum av Skansabryggjuni, sum eftir ætlan skuldi fara fram 22. oktober í fjør, var tískil útsett. 250 metrar av bryggjukanti vóru eftir at gera, og hetta arbeiðið fer í gongd aftur innan stutta tíð.

Verkætlanin er tryggjað hjá Betri Trygging, sum ikki rindar fyri skaðan, fyrr enn orsøkin til skaðan er staðfest. Tí skal ein sýnsmaður gera sýn og meting, meðan umvælingin fer fram, í eini roynd endaliga at staðfesta orsøkina til skaðan.