48 ára gamli maðurin, sum varð skaddur undir skotbardaga við løgregluna í Nørresundby fríggjadagin, skal klokkan fyri grundlógaravhoyring í rættinum í Hjørring nú á middegi.
Skottilburðurin fór fram á Virkelyst í einum vinnuøki í Nørresundby. Ein 62 ára gamal borgari doyði av skotum, meðan bæði ein løgreglumaður og hin 48 ára gamli maðurin vórðu skaddir.
Løgreglan vil enn ikki upplýsa, hvat maðurin er skuldsettur fyri. Tað fer at koma fram undir rættarfundinum.
Tí er framvegis ógreitt, um hann er skuldsettur fyri drápið á 62 ára gamla manninum ella fyri roynd at drepa løgreglufólk.
Tilburðurin byrjaði í sambandi við ein eld í einum bygningi. Tá løgreglan kom á staðið, varð skotið móti løgreglufólkunum, sum svaraðu aftur við skotum.
Løgreglumaðurin varð raktur í beinið og varð fluttur á sjúkrahús í stabilari støðu.
Fríggjakvøldið upplýsti Nordjyllands Politi, at tann 48 ára gamli hevði brúkt eina rifflu, tá hann skeyt móti løgregluni.
Fyrst varð sagt, at maðurin var álvarsliga skaddur og møguliga hevði fingið skot í hálsin. Men um náttina varð hann avhoyrdur av løgregluni, skrivar DR.
Løgreglan vil ikki siga, hvat hann hevur greitt frá. Ákæruvaldið hevur samstundis boðað frá, at tað fer at biðja um afturlatnar dyr undir grundlógaravhoyringini.











