Í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 í dag klokkan 16, er millum annað samrøða við nýggja formannin í HB, Kaj Leo Holm Johannesen.
Hoyr Fótbóltspanelið við at trýsta HER
Hann sigur í samrøðuni, at fyrsta uppgávan verður at fáa HB-arar aftur í HB-húsið. Fyrrverandi løgmaður ynskir, at ein dystur hjá HB skal verða meiri enn bara ein fótbóltsdystur. Málið er at fylla áskoðaraplássini í HB-húsinum til heimadystirnar.
Í Fótbóltspanelinum verður eisini tosað við Daniel Pedersen, sum í dag er kunngjørdur sum spælari hjá HB. Hann greiðir frá, hví hann hevur valt at royna seg í HB.