Skaldslig dokumentarisma

Torbjørn Jacobsen ummælir Saga JAM. Les alt ummælið her

Ummæli:

 

Høgni Mohr: Saga JAM

 

397 síður (Øgiliga egið forlag, 2022)

 

Nú eru nakað nógv ár liðin, síðan legendariski juristurin og fótbóltsjournalisturin Per Høyer Hansen, sáli, kom við tí margháttliga hugskotinum, at bóltkringi Finn Laudrup, faðir at brøðrunum við sama eftirnavni, átti at verið settur í eitt nýskipað alment starv sum alingargreðingur (avlshingst) við einum endamáli, at seta so nógvar bóltsnillingar í verðina sum gjørligt, fyri at hækka støðið í danskari knattspyrnu.

 

Johan Dahl Müller, róptur Hannimann, verður mettur at vera millum fremstu fótbóltsleikarar í Føroyum nakrantíð. Í eftirorðunum í bókini Saga JAM, sum Høgni Mohr hevur skrivað, verður sagt, at í Vági søgdu tey, at Hannimann var tann fyrsti í søguni, sum hevði vunnið eina steypakapping í fótbólti einsamallur maður. VB vann Ísafjarðarsúluna í 1974 við at vinna 4-0 ímóti HB í finaluni. Í framhaldinum verður sagt, at hann feiraði tað restina av lívinum, og at seinastu orð hansara skuldu vera: “Besta ball, eg havi verið í, var náttina millum 1974 og 2014.” Hannimann fór frá sum lærari í 2006, eftir at hava virkað við skúlan í Vági í 38 ár, og sambært miðlum um tað mundið var stór hátíðarløta í skúlanum, nú ein av teimum, sum hevði verið drúgvastur í hansara tænastu, legði frá sær, seksti ára gamal.

 

Hann var leikari í einum lutfalsliga lítlum felag, og leikti um somu tíð sum John Sigurd Joensen, Steinbjørn Jacobsen og Jóannes í Uppsølum í KÍ og Heri Nolsøe, Eyðfinn Lamhauge og Eirikur Rasmussen í HB. Kanska var hann betri enn teir allir, men geografiska plaseringin gav honum ikki sama møguleika fyri umrøðu. Hinvegin átti hann ein son við sjáldsama góðum fótbóltsevnum – Jan Allan Müller. Tí hendan samanberingin við Finn Laudrup.

 

Eftir øllum at døma hevur Hannimann ikki verið avhaldsmaður, men drukkin hevur hann ikki verið samfelt í sama starvi í nærum fýra áratíggju, og eftir at fleiri um dagarnar hava umrøtt hann sum ein dyggan kennara á sosialu miðlunum, bendir okkurt á, at longu her flytir bókin seg frá at vera ævisøga til at vera ein æviskaldsøga. Hendan seinra má hava ein pall at standa á – fyri at fáa kabalirnar í søgugongdini seinri at ganga upp. Tí er tað upp til lesaran at gera av, hvat ið er veruleiki, og hvat ið er íspunnið krás fyri at kitla lesaran.

 

 

 

Fyri smáum fýra árum síðan búði Høgni Mohr – sum er eitt lítið ár eldri enn Jan Allan Müller – í Ólvustovu í Funningi í nakrar vikur. Einu ferðina eg vitjaði hann, og vit sótu við grúgvuna í roykstovuni og spjallaðu um leyst og fast, við víðari og smalri veingjabreiði, segði hann mær frá hesi aktuellu verkætlanini. Ævisøgur ella æviskaldsøgur verða ikki skrivaðar um funktionertýpur, men um fólk sum hava ligið á onkrum marki, – ella eru farin um tey. Fólk sum hava brotið við konventionellu dagsrútmuna í gerandisdegnum hjá teimum flestu.

 

Fáur man ivast í, at Jan Allan Müller er millum frægastu fótbóltstalentini, sum fostrað eru í hesum landinum. Í 10 ár var hann landsliðsleikari, leikti 34 dystir (13 teirra FIFA skrásettir) fyri Føroyar og skoraði 4 mál. Hartil var hann yrkisleikari í útlondum í fleiri ár. Í mun til eina heila og halduga lívsleið er eitt fótbóltslív ógviliga stokkut og kann í ringasta føri fáa ein bráðligan enda. Nógv orka og hartil hoyrandi adrenalin verður brúkt í strembanini eftir at vinna. Har er bara eitt fokus. Ikki er neyðugt at vera serliga væl vitandi um fótbólt fyri at kenna lagnurnar, eftir at hendan orkan ikki longur kann brúkast á einum vølli. Orkan og spenningurin skulu transformerast yvir í okkurt annað høpi, og vit kenna allar hesar syndarligu George Best týpurnar, sum gjørdu ferðalag saman við Bakkusi, og drønaðu niður ígjøgnum samfelagselevatorin, har teir euforiseraðir komu stútandi niður í kjallarahæddina, – og eftir var bara hin kaldi gravarmúlin. Ongin annar bíðaði teimum.

 

Sambært Saga JAM transformeraði høvuðspersónurin orkuna frá vøllinum inn í handilslívið. Livdi eitt rímiliga vanligt lív við konu og børnum, men ferðin í handilslívinum akselereraði við rúkandi ferð, tað ráddi um at skora so nógvar kassar so skjótt sum gjørligt. At selja so nógvar lemmar sum yvirhøvur møguligt. Koyrir man í 5. geari stútt og støðugt og hevur onkrar skavankir – sum í hesum førinum verða riknir aftur til uppvøksturin – so er skjótt, at fótfeilirnir gera innrás. Óskiljandi lúringin í einum sólkliva í Horsens er fyrsta grova mistakið. Eigur tú fíggindar í kremmaraverðini, ert tú sárbærur, og tað var skjótt at donsku boulevardbløðini vóru eftir honum, helst riknir í rætt av eirindaleysum kappingarneytum. Har byrjaði ein derouta, sum umvegis nýggjan vavstur á leiðini endar í rættarskipanini, har dómur fellur.

 

Júst hesin parturin av bókini, um handilslívið hjá høvuðspersóninum er spennandi lestur og serstakliga væl frágingin. Ein lýsing sum eg ikki havi sæð á móðurmálinum áður. Ivaleyst er Jan Allan Müller keldan til hendan partin, og tí eru frágreiðingarnar helst lagghallar, hinir partarnir í málinum hava helst sagt sína søgu, deyðir og livandi, men vit fáa eitt óvanliga gott innlit í, hvat ið hendir, táið kapitalistiskir matadorar, vinnumenn, gamlir skiparar, patenteigarar, advokatar, tryggingarfeløg, bankar og smartir businessmenn fara at stútast sum veðrar í brundtíð. Á hesum økinum er Høgni Mohr pionerur, tí ongin, ongin, hevur higartil megnað at greitt so gjølla frá, hvat ið hendir, táið kraddaralyndið hjá berserkum fer um kókið um sama jarðiska fæ. Tá fána øll onnur virði, ja, sjálvt Guð kennist teimum fjarur, hóast fleiri teirra íðnir rópa seg uppá Hann.

 

 

 

Bókin gongur nær í støðum. Vit fáa at vita hvat ið gongur fyri seg undir og oman á dýnum og um menn sum koyra við stívari kenning og tilsvarandi standingi –  stundandi eftir at fáa brúkt greyurnar. Hetta er kanska ikki so nýtt fyri tey flestu, – tað er nú einaferð so, at er man eitt vanligt menniskja, kann tað koma órógv á kynsgøgnini so av og á, men í hesum førinum skal hetta kanska til fyri at gera søgugongdina meiri spennandi hjá lesaranum. Onkuntíð spyr man seg sjálvan, um bókin ikki er ein samantvinning av lívinum hjá fleiri persónum, og kanska høvundurin fyri part er ein av leikarunum í onkrari av teimum saftigu scenunum sjálvur.  

 

Høvundurin og tann veruligi Jan Allan Müller vóru vinmenn, um teir eru tað framvegis er øllum ein gáta. Vit vita tað ikki. Vinmaðurin hevur víst øllum frá sær, hann kennir seg ikki aftur í bókini, ella pørtum av henni, men hann hevur onga roynd gjørt at forða henni í at koma á marknaðin, og ongin ivi er um, at hann í stóran mun er heimildarmaðurin, í hvussu er til tann vinnuliga partin.

 

Bókin er ein óvanlig sjangra í føroyskum bókmentum. Tað verður gingið nær, og persónar verða nevndir og lýstir í ólukkumáta. Í ein mun líkist stílurin Fractura nasi hjá sama høvundi. Heitið á bókini minnir okkum eisini um saga´irnar hjá Viderø presti, tær kunnu vera ein íblástur. Glansbílætasamlararnir hjá Jóanesi Nielsen kunnu eisini vera ein íblástur, nøvn verða ikki nevnd í tí frálíku bókini, ein tann frægasta føroyska skaldsøgan yvirhøvur, men tey flestu berast við umrøddu persónarnar, sum vóru hansara vinmenn og skúlafelagar. Magnus Dam Jacobsen sparir í støðum ikki uppá krútið í bókini Í Grønlandi við Kongshavn, men stílurin er ein annar og minni ágangandi. Tey sóu reytt hjá Pálli Holm Johannesen er ein dokumentarisk søga um vilstar føroyingar í marxist-leninistiskum sektum fyri hálvari øld síðan, har vera persónar eisini nevndir, sum kanska ikki halda hetta vera so flatterandi, nú mong teirra hava verið partar av almennu pinnamat- og sjampanjubrigaduni í almenna sektorinum, – síðan komið var upp á slætt aftur í meiri borgarligum hamum.

 

 

 

Dvølja vit við tann veruliga Jan Allan Müller, komi eg at hugsa um týska nobelvinnaran í føgrum bókmentum Günter Grass, sum hevði eina ivasama ungnazistiska fortíð. Hann skrivar eftir avdúkingina: “Søgan, ella rættari søgan, sum vit hava vundið hana upp, er sum ein tipt kumma. Áhaldandi skola vit niður, men lorturin heldur bara fram við at koma upp í vatnskorpuna kortini.”

 

Hjá øllum livandi menniskjum er tað nú einaferð soleiðis, at liva vit eitt rímiliga aktivt lív, so gera vit mistøk so av og á, tað umgongst ikki. Jan Allan hevur sitið dómin, og harvið er tann parturin av lívinum lagdur afturum við teimum skeinum, sum nú einaferð sita eftir í sál og likami.

 

Høgni Mohr hevur skrivað eina áhugaverda bók. Nú hann nevnir hana fyri at vera skaldsliga ævisøgu, vil eg heldur rópa sjangruna fyri skaldsliga dokumentarismu, tí ongin ivi er um, at júst tann serstakliga áhugaverdi vinnuparturin, sum sjálvandi er partsískoytið hjá Jan Allani í lemmamálinum, er ein toppsøga, sum vit ongantíð høvdu fingið frænir av uttan undan óvanliga góða penninum hjá Høgna Mohr.

 

Jan Allan Müller er í hesi skaldsligu ævisøguni fluttur frá at vera menniskja til at vera ein mýta. Tað eigur hann ikki at vera so keddur um. Onkursvegna stendur hann betri í tí nú enn eftir heksajaktina í gølukenda neonljósinum hjá millum annað Ekstra Blaðnum fyri fleiri árum síðan.

 

Hetta var ein av teimum bókunum, sum eg las at kalla út í eitt, so áhugaverda helt eg hana vera. Alt ov mongu og óneyðugu eiðirnir í bókini hála hana frá 6 niður á 5 stjørnur.

 

ES: Hetta er ein umrøða av bókini Saga JAM, táið eg ikki eigi fakliga førleikan at skriva eitt ummæli yvirhøvur.