Skapa nýtt lív í Gamla Kongaliga Einahandilin

- Her skal verða ein føst og álítandi kunningartænasta, sum kann veita upplýsingar um staðbundin tilboð, samferðslu, mentan, tiltøk og aðrar tænastur

 

- Vit vilja styrka ferðavinnuna og skapa nýtt lív í Gamla Kongaliga Handlinum. Kommunan hevur samtykt at fara víðari við tveimum týdningarmiklum átøkum, sum skulu styrkja ferðavinnuna á Tvøroyri og menna býin sum móttøkustað fyri cruise- og aðrari ferðavinnu.

 

Soleiðis siga tey í Tvøroyrar kommunu. Lagt verður aftrat, at talan er um eina royndarverkætlan í Gamla Kongaliga Handlinum á havnalagnum og um leingjan av samstarvinum við NB Consulting um ferðavinnuráðgeving og samskipan.

 

- Ein týðandi partur av hesum arbeiði er avtalan millum Tvøroyrar kommunu og Ansgar Sørensen um tænastuveiting, rakstur og brúksrætt til Krambúðina á Havnalagnum 46, fyrrverandi Gamla Kongaliga Einahandilin. 

 

Í Tvøroyrar kommunu siga tey, at sambært avtaluni skal Krambúðin brúkast sum kunningarstova fyri ferðafólk, gestir og borgarar, umframt sum savningar- og móttøkustað, har vitjandi kunnu keypa sær kaffi og lætt ábit.

 

- Gamli Kongaligi Handilin og pakkhúsini á havnalagnum hava serligan søguligan og mentanarligan týdning fyri Tvøroyri og allar Føroyar. Bygningarnir liggja sera væl fyri mitt í býnum og eru tí væl hóskandi sum savningarstað.

 

Í kommununi ynskja tey at geva hesum søguliga ríka bygningi nýtt lív, og ætlanin er, at Gamli Kongaligi Handilin skal gerast eitt livandi og innbjóðandi stað, har kunning, móttøka og ferðavinnuvirksemi verða savnað undir sama taki.

 

- Her skal verða ein føst og álítandi kunningartænasta, sum kann veita upplýsingar um staðbundin tilboð, samferðslu, mentan, tiltøk og aðrar tænastur, samstundis sum kafé-virksemið skal verða við til at skapa meira lív og trivnað á havnalagnum.

 

##med2##

 

Tvøroyrar kommuna hevur frammanundan eina líknandi avtalu við Bindi Madsen um raksturin av Seglloftinum.

 

- Har kunnu fólk og fyritøkur bíleggja sær serstakliga hugnalig høli til veitslur, fundir og annað líknandi virksemi. Henda avtalan sampakkar væl við ætlaninar um at menna havnalagið sum eitt livandi og fjølbroytt savningarstað, bæði fyri borgarar og vitjandi.

 

Í Tvøroyrar kommunu síggja tey fram til eitt gott og týdningarmikið samstarv um at menna ferðavinnuna til frama fyri Tvøroyri, borgarar, vinnulív og gestir.

 

Lesið meira um hetta á www.tvk.fo