Skattaprosentið í Runavík fer niður

Fíggjarætlanin fyri 2021 javnvigar við 236 milliónum

Runavíkar býráð samtykti í gjár fíggjarætlanina fyri 2021 fyri aðru ferð, og fíggjarætlanin javnvigar við 236 milliónum krónum.

Skuldin skal niðurgjaldast við 6,8 milliónum, og eingi nýggj lán verða upptikin. Raksturin hækkar við 3,9 prosentum, sum sambært Torbirni Jacobsen, borgarstjóra, í mesta mun er avleiðing av stórum fólkavøkstri og lønarhækkingum.

Nettoskuldin hjá kommununi svarar í løtuni til 35 prosent av einari álíkning, og væntað verður, at um ársskiftið nærkast skuldin 40 prosentum.

Sambært fíggjarætlanini skal kommunan gera íløgur fyri 56,5 milliónur krónur komandi ár. Millum íløgurnar kunnu nevnast keyp av gróti, umbyggingar á Røktar- & Ellisheiminum í Runavík, neyvætling og gerð av bryggjum í Saltangará og á Glyvrum, spillivatn, vatnverk í Oyndarfirði og Funningsfirði, vetrarfriðing í Elduvík, Dansistovan og nátthús í Funningi, Gula smiðja, gøta og stuðul til bygdarhús í Skálafirði, spælipláss á Skála, asfalt á havnarlagnum í Oyndarfirði, seinasta sneiðingin av fyrireikingini til ætlaðu svimjihøllina í Runavík, soleiðis, at hon kann bjóðast út á vári 2021.

Skattingin í Runavíkar kommunu lækkar frá árskiftinum við fjórðingsprosentið - úr 21¾ % niður í 21½ %. Spjaldrið, ætlað ungdóminum úr 6 til 18 ára aldur, hækkar úr 2.000 upp í 2.500 krónur. Ansingini viðvíkjandi fer kostnaðurin fyri annað barnið nú niður í helvt, tvs., at goldið verður fult gjald fyri fyrsta barnið, hálvt gjald fyri annað barnið og onki fyri triðja barnið. Barnafrádrátturin verður hin sami sum frammanundan – 8.000 krónur.

– Runavíkar býráð hevur valt at reka kommununa í 2021 innanvert egna fíggjarliga megi og uppdrift, soleiðis, at neyðugt verður ikki at taka upp lán í næsta fíggjarári – um alt gongst sum fíggjarætlað er. Tað ber ikki til at taka lán til rakstur, heimildir eru ikki fyri hesum, men kommunan ætlar heldur ikki at læna pening til íløgur í 2021 – harafturímóti er ætlanin at gjalda niður av skuldini, sigur Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri.