Skatturin í Føroyum skal líkjast hinum norðurlondum

Føroyar hava í løtuni millum heimsins hægstu skattatrýst á lønir og skattaskipan er ein av orsøkunum til, at Føroyar eru tað Norðanlandi, har flest arbeiða niðursetta tíð.

Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður í tinginum í dag, tá ið hann svaraði fyrispurningum um flatskattin

- Eg vil eisini sláa fast, at skattaskipanin, sum samgongan ætlar at seta í verk, er progressiv, sigur løgmaður.

Hann sigur, at tey við hægru inntøkunum fara framvegis at gjalda lutfalsliga meira í skatti.

- Eftir umleggingina fer skattatrýstið í Føroyum meiri at líkjast skattatrýstinum í hinum Norðanlondunum, og tøka inntøkan eftir skatt hjá flestu lønarbólkum fer at samsvara meir við inntøkurnar í okkara grannalondum.?

Løgmaður sigur, at endamálið við skattaumleggingini er at gera tað meira lønsamt at arbeiða.

- Tað er rætt, at stórur partur av løntakarunum ikki fáa stóran skattalætta, men lágar inntøkur gjalda frammanundan lítlan skatt. Ein skattalætti til hesar inntøkur vil tí sjálvsagt verða avmarkaður, sigur hann

Hann vísir á, at í uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at broyta skattin, var skattalættin til lágu inntøkurnar eisini avmarkaður.

- Eisini má havast í huga, at tá ið tosað verður um løntakarar, er talan um øll tey, sum hava eina skattskylduga inntøku, harímillum pensjónistar og børn, sum fáa barnapengar.

- Sambært TAKS, høvdu eini 40 prosent av øllum løntakarum í 2009, eina inntøku undir 10.000 kr. um mánaðin. ?

- Sambært kanning hjá Hagstovuni eru ójavnarnir í Føroyum minni enn í øðrum londum.

- Munurin millum hægstu inntøkur og lægstu inntøkur er munandi lægri enn í grannalondunum.

- Tað eru færri fólk í Føroyum, sum eru í fátækraváða, og tey, sum eru í fátækraváða, eru lutfalsliga minni fátøk enn í øðrum londum og tí er ræðumyndin, um at Føroyar eru um at gerast eitt stættasamfelag, misvísandi, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Sum myndin vísir, var stórur áhugi fyri tingfundinum í dag, har nógv varð tosað um flatskatt og um at skatta pensjónir við inngjald og tað vóru fyri ein stóran part fakfelagsfólk, sum vóru á fundi.