Løgreglan sigur, at náttin hevur verið stak friðarlig, men at heldur óvanliga vóru skeinkistøðini opin í nátt. Vanliga plaga tey ikki at opna fyrr enn um kvøldið 2. jóladag, men í ár tykist, sum at eigararnir hava gjørt eina nýggja tulking av víðkaðu halgidagslógini. Lógin sigur, at tað skal vera stongt 1. jóladag, og tí hevur verið vanligt, at skeinkistøðini ikki eru opnaði eftir jól fyrr enn út kvøldið 2. jóladag. Í ár hava eigararnir eftir øllum at døma valt at taka lógina heilt bókstaviliga, so so skjótt 1. jóladagur var farin aftur um bak og klokkan sligin midnátt, lótu hurðarnar upp.
Tað er tó óvist, hvussu nógv tóku av tilboðnum í nátt, men kanska er hetta byrjanin til nýggjar vanar og siðir um jólini.