Skeinkistøðini í høvuðsstaðnum hava tosað saman, og tey eru nú samd um at steingja í seinasta lagi klokkan 12 orsakað av nýkomnu koronustøðuni.
– Vit hava valt at stengja, tí smittan er í landinum aftur, og hon er leys, sigur Remy av Kamarinum, eigari av Basecamp og Taboo, sum slett ikki letur upp um vikuskiftið.
Hann er sera ónøgdur.
– At vit steingja nú kemur ikki at loysa nakað. Kanska vit fáa tamarhald á núverandi støðu, men smittan kemur aftur beinanvegin. So leingi landamarkið stendur opið, so fer tað at koma aftur, sigur hann.
– Eg haldi, at inntil nógv fleiri eru koppsett, so eiga vit at seta antin 4 ella 6 daga sóttarhaldið í verk aftur. Um vit skulu kunna liva frítt í Føroyum, so er tað einasti mátin, sigur Remy av Kamarinum.
Sunniva Háberg Eysturstein, sum eigur Sirkus og Landskrona, er eisini ónøgd.
– Vit royna at fylgja tilmælunum so frætt vit kunnu. Men eg haldi, tað skal vera fundur aftaná vikuskiftið. Tær fyritøkurnar, sum liva av hesum, mugu fáa onkra hjálp, nú vit sjálvboðin velja at gera okkara við at lata aftur, sigur hon og sipar til okkurt slagi av endurgjaldi.
– Eitt heilt ár er farið í skrell. Vit eru akkurát komin í gongd aftur. Tað eru almennar avgerðir, sum er orsøkin til, at smittan er leys aftur, sigur Sunniva Háberg Eysturstein.