Skeivt upp á bein í Runavík

Skála sigurin var søguligur, tí hetta var fyrsta ferðin nakrantíð, at skálamenn fóru úr Runavík við øllum stigunum

Søguligu hagtølini boðaðu frá tí, og støðutalvan segði tað, nú tveir triðingar av hesum kappingarárinum vóru farnir aftur um bak. Men veruleikin lagaði seg ikki eftir søguligu hagtølunum og støðutalvuni.

NSÍ livdi á ongan hátt upp til tað, sum teir áður hava megnað á heimavølli ímóti grannunum hinumegin fjørðin, og NSÍ livdi ikki upp til tað, sum teir hava víst fyrr í ár, og sum hevði lyft teir upp á ovastu rók.

Skála vann fyri fyrstu ferð nakrantíð í Runavík. John Petersen hevði potað mót og dirvið inn í sínar menn. Teir vóru ikki farnir um fjørðin fyri at avmarkað tapið. Obi var sannur brandur á toppinum, Bogi Gregersen víst fínan hugburð, á miðvøllinum vóru tað liðformaðurin Pauli G. Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen og Bárður Danielsen, sum settu dagsskránna, og verjan var væl skipað.

Í hinari leguni var tað ikki so nógv, sum gekk eftir vild. Eitt stórt korter í 2. hálvleiki sást farri av spæli, sum kann vera orsøk til toppplasering. Eftir at liðformaðurin og ársins NSÍ spælari higartil í ár, Óli Hansen, stutt eftir steðgin og eftir innkast hevði javnað til 1-1, lá tað í luftini, at tað enn eina ferð fór at enda við, at Skála skuldi fara tómhent úr Runavík.

Soleiðis endaði tað tó ikki. Jens Martin Knudsen helt seg eiga fríspark, men gloymdi at bíða eftir bríkslinum, áðrenn hann í orðsins sanna týdningi tók søkina í egnar hendur. Hann fór óregluliga fram, og tá ið dómarin ikki hevði hildið orsøk at vera at bríksla fyri frísparkinum, var einki annað at gera enn at bríksla fyri púra óneyðuga brotssparkinum.

Alexandur Johansen, sum tíggju minuttir frammanundan varð komin á vøllin, var púra tryggur úr ellivu metrum. Ein lítil hálvur tími restaði, og NSÍ kollsigldi.

Tolið var ikki til at bíða eftir, at samanspæl og liðavrik skuldu bera útjavnandi málið og síðani kanska sigursmálið og harvið varðveittan oddasess við sær. Lyklaspælararnir livdu á ongan hátt upp til tað, sum roknast kann við av teimum. Nenad Stankovic var skuggi av sær sjálvum ímóti sínum gomlu liðfeløgum, Hjalgrím Elttør var ikki á høga støðinum, sum hann annars hevur víst í Runavík, og Christian Høgni Jacobsen hevði ilt við at slíta seg leysan og koma til møguleikarnar, sum hann er fingin til Runavíkar at gera nyttu burturúr.

NSÍ royndi seg við úrskiftingum og broytinum. Óli Hansen var settur fram í álopið, og síðstu stóru løtuna tóktust teir at hava fimm ella seks í fremstu røð. Tá ið tað ikki eydnaðist at samanspæla, varð vónað, at tað skuldi eydnast at fáa mál eftir langa sending, nærdyst og returbólt, men heldur ikki tað eydnaðist henda dagin, tá ið teir í Runavík vóru skeivt upp á bein.

Fyrstu lítlu løtuna var tað einki, sum bendi á, at NSÍ ikki skuldi sláa tónan ann. Teir høvdu bólin ímillum sín, og Einar Hansen sendi fínt skot dygst omanfyri málið.

Í verjupartinum var tað ikki so trygt og sannførandi, sum tað plagar at vera. Obi og Bogi Gregersen stressaðu teir aftastu, og tað bar úirtøku við sær longu í 6. minutti, tá ið Obi fangaði skeiva sending, spældi Boga Gregersen og so var Skála á odda og harvið fyritreytirnar heilt øðrvísi, enn tað frammanundan varð roknað við.

Skála kundi havt økt um leiðsluna, men Johan Troest Davidsen ruddaði burtur á strikuni, tá ið Bogi Gregersen hevði sent framvið Jens Martini Knudsen.

Lagið var einki serligt á heimamonnunum, tá ið Lars Müller hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Uggin kann vera, at tað neyvan fleiri ferðir verður so skeivt upp á bein, sum tað var hesa ferð.


NSÍ-Skála 1-2 (0-1)

0-1 Bogi Gregersen, 6.

1-1 Óli Hansen, 51.

1-2 Alexandur Johansen, 62.

Dómari: Lars Müller

NSÍ: Jens Martin Knudsen – Pól Thorsteinsson, Óli Hansen, Jóhann Troest Davidsen, Einar Hansen – Nenad Stankovic, Sjúrður Jacobsen (Andy Olsen, 71.), Bogi Løkin (Klæmint Hansen, 86.) – Hjalgrím Elttør, Jonhard Fredriksberg (Øssur Dalbúð, 62.), Christian Høgni Jacobsen

Gult kort:

Skála: Predrag Markovic – Teitur R. Joensen, Rúni Rasmussen, Milic Curcic, Arnhold Berg – Pætur Dam Jacobsen, Bárður Danielsen (Alexandur Johansen, 50.), Pauli G. Hansen, Levi Hansen – Obele Okeke Onyebuchi (Slavisa Kaplanovic, 71.), Bogi Gregersen (Petur Pauli Mikkelsen, 87.)

Gult kort: Teitur R. Joensen