Skemtiligt álvara ella álvarsamt skemt

Jógvan Sundstein
----

Við nútímans tøkni hevur borið til at búgva uttanlands og kortini hava samstarv við føroysku peningastovnarnar. Sum privat persónur havi eg konto í donskum banka, men samstundis havi eg eisini konto í føroysku peningastovnunum, tí mín føroyska inntøka, skal sjálvandi fara inn á hesi konti. Á sama hátt er eisini neyðugt fyri føroyskar fyritøkur, sum eg arbeiði fyri, at hava samskifti við bankarnar í Føroyum. Hetta samskifti hevur nú í fleiri ár riggað uttan trupulleikar.

Tað hevur ikki verið neyðugt hjá mær at hava føroyskan netbanka, men Elektron skipanin við telefontænastu og telefaxtænastu hevur verið ein stór hjálp. Við einum loynitali hevur verið møguligt at fingið støðuna á kontoni gjøgnum telefontænastuna, og annars tá tørvur er á tí at fáa útskrivtir gjøgnum faxtænastuna.

Men so kemur speril í. Nøkur ljós høvd í teim meira ella minni “danifiseraðu”, (onkur kallar tað “globaliseraðu”) føroysku bankunum finna út av, at nú er Elektron ikki nóg gott longur. Nú skal okkurt sum eitur SDC yvirtaka kt skipanina, tí tað er meira danskt, og tí pr. definitíón meira nútímans. Boð koma út um, at umleggingin verður framd eitt langt vikuskifti í mai mánaða. Í nakrar dagar virkar netbankin ikki, sjálvtøkan virkar ikki, telefontænastan virkar ikki og telefaxtænastan verður heilt avtikin.

Eftir hvat ið ljóðar, so eru trupulleikar við at fáa sjálvtøkurnar aftur at virka, netbankin hjá fólki gevur trupulleikar, skatta- og løngjaldsskipanirnar hava eisini sínar trupulleikar o.s.fr.

Sum nevnt eri eg bert av og á í Føroyum, so eg havi ikki roynt sjálvtøkurnar síðani umleggingina, og netbanka havi eg sum sagt ikki. Men telefon- og telefaxtænastuna havi eg brúkt javnan. Aftaná umleggingina ringdi eg til peningastovnarnar. Fyrst til Føroya Banka. Har kom telefonsvarari, sum segði, at telefonin var opin til klokkan 22. Um eg bíðaði nóg leingi tók telefonin við. Hon ringdi eina góða løtu, men har kom einki svar. Nakrar dagar seinri eydnaðist at fáa onkran at svara. Eg vildi gjarna hava skil á nýggju tænastuni og nýtt loynital.Eg bað um at tosa við einar tveir navngivnar persónar, men teir vóru sjálvandi ikki til staðar. Síðani lovaði telefondaman at senda mær eitt nýtt loynital til eina ávísa konto. Men tað er enn ikki komið. Sigast skal tó, at eg fekk váttað saldo og nakrar flytingar frá telefondamuni, sum annars var bæði fólkalig og skilagóð.

Eisini ringdi eg til Eik Banka. Men har var stórt sæð sama skilið. Aftaná tógvið stríð fekk eg tó fatur á einum persóni, sum vinarliga hjálpti mær við at vátta eina saldo. Men eg kom ikki nærri eini nýggjari telefontænastuskipan. Nakað frægari gekk, tá eg ringdi til Suðuroya Sparikassa. Har svaraði telefonin lutfallsliga skjótt, og eg fekk svar uppá nakrar spurningar. Men framvegis eingin nýggj telefontænasta.

Sjálvandi skal ein ikki kverulera meira enn hægst neyðugt, men føroysku peningastovnarnir hava í fleiri ár havt eina góða skipan við fleiri skilagóðum tænastum. Tað skuldi tí ikki veri neyðugt við eini umfatandi umlegging. “Never change a winning team”.

Men gjørd gerð fær onga vend. Gomlu telefontænastuna fái eg ikki aftur, men vónandi fái eg skil á eini nýggjari, nú hvítusunnan er farin afturum. Tað sum verri er, er at faxtænastan er horvin. Eingin útskrivt verður at fáa í framtíðini uttan eftir serligari avtalu og fyri ein lutfallsligan dýran kostnað. Ikki serliga kundavinarligt. Og so hevur umleggingin kostað peningastovnunum stóra milliónaupphædd.

Til seinast eitt lítið hjartasuff afturat. Føroya Banki hevur broytt navn til tað fullkomuliga identitetsleysa NordikBank. Men tíbetur sær ikki út til, at fólk taka hetta til sín. Mest brúkta navnið er framvegis Føroya Banki. Men skal ein vera heilt formellur, so er tað í veruleikanum Sjóvinnubankin, sum enn er virkin.