Strømsgodset IF í næstbestu norsku fótbóltsdeildini verður liðið hjá landsliðsmálverjanum, Mattiasi H. Lamhauge komandi trý árini.
Tað boðar felagið frá á sínum miðlum.
Strømsgodset datt úr bestu norsku fótbóltsdeildini farna kappingarár, men ætlar sær beina leið uppaftur í bestu deildina.
- Tað er greitt fyri mær, at Strømsgodset er eitt felag við ambisjónum, ið ynskir at vinna sær uppflyting beinavegin, og staðfesta sína støðu í bestu deildini. Tað er ein ferð eg gleði meg til. Sigur Mattias.
Mattias hevur seinnu árini spælt við FC Fredericia. Fyrst í næstbestu deildini, og seinasta hálva árið í superliguni.
Strømsgodset var norskur meistari í 1970 og í 2013. Liðið hevur á fimm sinnum vunnið norsku steypakappingina. Seinast í 2010.
Strømsgodset hoyrir heima í Drammen í Buskerud á Eysturlandinum í Noregi.
Hetta er ikki fyrstu ferð Mattias býr í Noregi. Hann búði fyrstu sjey árini av lívi sínum í Noregi. Fyrst í Tromsø, og eisini tvey ár í júst Drammen.
##med2##











