Skipa fyri stórum tiltaki við Gjógv: Aftur til 70'ini við Deiggj

Í samband við at tónleikabólkurin Deiggj fylti 40 ár í september, verður skipað fyri Easy livin' og føðingardegi við Gjógv, leygarkvøldið 23. oktober

Seinast hetta tiltak varð fyriskipað var í 2019, tá eisini fyrrverandi bassleikarin Paul Newton, var serligur gestur hjá Deiggj. Í ár verður, umframt Uriah Heep temaið, eisini eitt Deiggj-tema, umframt annað, ið deiggjararnir hava spælt seinnu árini - eitt nú Gasolin og okkurt annað krem frá 70'unum.

 

Deiggj høvdu í september tvær stórar konsertir, sum báðar vóru útseldar. Tann fyrra í SALT á Tvøroyri og hin á tiltakinum Rokkur í Vestmanna á Vestmanna døgum. Nú er túrurin so komin til Gjáar.

 

Easy livin' við Gjógv var fyrstu ferð fyriskipað í 2015. 

 

– Tiltakið leggur upp til hugna og at taka tað róligt  saman við vinum og kenningum og góðum klassiskum rock'n roll tónleiki, siga fyriskipararnir.

 

– Føroyingar kring alt landið hava leitað sær til Gjáar, at minnast og fagna tónleikinum frá 70'unum og nú eisini nýggjari løg hjá Deiggj, sum hava rundað tey fýrati.

 

– Tiltakið er fyrst og fremst ein konsert, men tað er loyvt at dansa til hittini hjá Uriah Heep og Gasolin drøna av pallinum í Bygdarhúsinum.

 

Gissur Patursson, plátuvendari, verður eisini á pallinum og spælir dansivinarligan tónleik frá 70'unum.  

 

Nógv verður aftur gjørt burturúr at hugna og prýða Bygdarhúsið og skapa tann rætta 70-ára stemningin, eitt nú við livandi ljósum, lavalampum, plakatum og øðrum.

 

(Mynd: Finn Larsen)