Skipað viðurskifti

Regin I. Jakobsen


Nú hoyrist, at føroyski ungdómurin ongar trupulleikar hevur av at útvega sær rúsdrekka, og at hesi somuleiðis seta met í mun til grannalond okkara hvat royking viðvíkur.
Hetta fær meg sum granni hjá badminton-høllini í Gundadali í Havn at undrast á, hvar samanhangurin er millum tann í landinum førda rúsdrekkapolitikk og teir karmar Tórs-havnar Býráð skapar til ungdómin, her børn niður í 12-13 ára aldur liggja og rulla á gøtuni til út ímóti kl. 5 á morgni. Tílík viður-skifti eru óhugsandi í grannalondum okkara, sum annars hava munandi meira frælslynta rúsdrekkalóggávu. Hesi viðurskifti eru tó galdandi í landinum við iva-leyst strangastu rúsdrekkalóg her um leiðir. T.d. mugu skeinkistøð ómøguliga sleppa at skeinkja eitt glas av víni ella eina øl (fyri vaks-num) uttandura.
Hetta er í stórari andsøgn við tað, vit grannar hjá badmintonhøllini javnan eru vitni til, tá hetta annars so friðarliga ítróttarøkið í vikuskiftum umskapast til tað ein best kann sammeta við ein vígvøll til út ímóti morgni. Dansurin endar kl. 3.30 og gangurin heldur ofta fram til klokkuni líður væl fimm. Tey ungu sleppa (sjálvsagt) ikki inn við rúsandi løgi, so urtagarðarnir í granna-lagnum verða tí nýttir at ballast í og til nátthús - ikki løgið, tí vesiviðurskiftini í høllini svara als ikki til loyvda talið á dansifólki. Larmurin er øgiligur og børn okkara eru bangin og stúra fyri slíkum náttum.
Eg havi sjálvandi forstáilsi fyri, at tey ungu skulu hava møguleika at sleppa í dans, og eg skilji væl at nógvur gangur er rundan um slík støð, eins og tað var tá eg var ungur. Tað er tó harmiligt, at hetta tiltak verður hildið í einum íbúðarøki, tí tað er tað fullkomiliga óegnað til.
Skaði er gjørdur á bilar og urtagarðar, fløskur verða tveittar allastaðni, brotnar, bæði á sjálvum ítróttarvøllunum, á ítróttarøkinum og økinum rundan um og annað slíkt. Oftast er neyðugt at rudda og sópa rundan um húsini sunnumorgnar. Viðmerkjast kann, at tílíkt einans kemur fyri í sambandi við at dansitiltøk fyri ung verða fyriskipað í badmintonhøllini.
Av tí at tað eru fútin og býráðið, ið geva loyvi til at almennur dansur kann verða hildin á ávís-um staði, hava vit kært okkara neyð til borgarstjóran. Hann hevur tó ikki latið við seg koma, hóast alt grannalagið undirskrivaði mótmælisskriv til býráðið. Tað er harmiligt, at vit sum borgarar hava so torført at fáa sjónarmið okkara hoyrd, hóast politiviðtøkur verða brotnar hvørja ferð dansur verður hildin.
Sjálvandi kann sigast, at tað fyrst og fremst eru foreldrini, ið hava ábyrgdina av sínum børnum, men tað eru hóast alt fútin og býráðið, sum, við at loyva dansi fyri børnum heilt niður í 12 ára aldur til klokkan hálvgum fýra um morgunin, ganga hond í hond og skapa karmar til, at ungdómurin rekst í gøtunum til út á morgunin.
Býráðsval stendur fyri durum og grannalagið í Gundadali vónar, at komandi býráð vísir okkara ynskjum um náttarfrið størri virðing og vælvild enn sitandi býráð hevur gjørt. Mær kunnugt gongur loyvið hjá badmintonhøllini til at hava almennan dans út í komandi mánað. Eitt nývalt býráð skal tí taka støðu til, hvar dansur skal haldast í framtíðini. T.d. eigur kommunan nú høllina á Hálsi og hevði henda verið munandi betri egnað til endamálið, tí hon liggur ikki í íbúðarøki.
Mín vón er, at dansiviðurskiftini hjá ungdóminum gerast nøktandi. Somuleiðis áttu stig at verið tikin til, at orða ein ungdómspoli-tikk fyri kommununa sum heild.
Við vón um, at skipað viðurskifti koma í lag.