Skipalistin er vorðin fólkaogn

Herfyri kom sjeyndi Skipalistin í røðini, og eins og undanfarin ár er hann á tremur við hentum upplýsingum um høvuðsvinnuna umframt stórum og góðum litmyndum av føroysku skipunum

Ikki kan sigast annað, enn at Skipalistin er vorðin ein góður felagi hjá mongum og mest sum er vorðin fólkaogn hjá bæði útróðrarmonnum, skipum og reiðaríum eins og almennum stovnum og privatum fyritøkum. Eisini uttanlands er áhugi fyri bókini, har fólk og stovnar, ið hava vinnuligt tilknýti til Føroyar, nýta Skipalistan í teirra arbeiði.
 
Dagførdur og álitandi
Tað sæst rættiliga týðiliga, at nógv arbeiði liggur aftanfyri, áðrenn árligi Skipalistin endaliga er greiddur úr hondum. Ernst Olsen, sum saman við Magna Olsen ritstjórnar útgávuni, sigur, at stórur dentur verður lagdur á, at allar tær túsundtals upplýsingarnar í Skipalistanum eru rættar, og nógvar dagføringar tí verða gjørdar til hvørja útgávu. Til tess at tryggja at upplýsingarnar eru so rættar sum til ber, samstarvar Skipalistin við avvarandi stovnar og myndugleikar, umframt at skipa- og bátaeigarar hvørt ár senda rættingar inn.
Væl umtókt myndatilfar
Tætta samstarvið við myndamenn ymsa staðni í Føroyum hevur við sær, at nýggjar, góðar litmyndir av føroysku skipunum altíð eru í bókini. Hetta við góðum og nýggjum myndum saman við dagførdum upplýsingum um skipini, er vorðið eitt eyðkenni hjá Skipalistanum og hevur gjørt hann sera væl umtóktan millum bæði tey ungu og eldru, sigur Ernst. Til dømis er tað heilt vanligt, at síggja Skipalistan liggja frammi á Ellis- og røktarheimum, har uppilagstir sjómenn framvegis vilja fylgja við tí nýggjasta, sum hendir innan fiskiflotan.
Í Skipalistanum 2006 eru dagførdar upplýsingar og myndir av føroyskum skipum úr 12 bruttotonsum og uppeftir eins og upplýsingar um bátar millum 4 og 12 bruttotons. Eisini eru umfatandi leitiyvirlit, so til ber at finna okkurt ávíst skip útfrá ymiskum leitorðum, eitt nú eftir eigara, stødd, maskinorku o.ø..
 
Lógarkravdur føroyskur álmanakki
Ein av aðaltáttunum í Skipalistanum er føroyski álmanakkin, sum sambært løgtingslóg um bjargingarútgerð er krav umborð á bátum undir 20 bruttotons. Tað merkir, at bókin lýkur lógarkrøvini um føroyskan álmannakka. Hjá útróðrarmonnum eru neyvar upplýsingar um streymviðurskiftini alneyðug. Í Skipalistanum er alt tilfarið savnað á einum stað, og í bókini eru bæði streymtalvur, streymkort og tíðir fyri vestfalls- og eystfallskyrrindi umframt broddarnar.
Fríðka uppseting
Yvirhøvur er fríðkað um uppsetingina av innihaldinum í Skipalistanum í ár, og sum heild er innihaldið væl skipað og uppsett. Frámerki eru uttast á síðunum, sum gera tað lættari at finna ávísar partar av bókini, og sum nakað nýtt er eitt bókamerki við ymsum enskum heitum lagt inn í bókina.
Umframt upplýsingar um skip og bátar er eisini hópin av øðrum upplýsingum í bókini. Eitt nú kann nevnast radio- og samskiftisviðurskifti, neyðarkall, bráfangishjálp, signalfløgg, vitar í Føroyum, djóralívið á ymiskum tungumálum, havstreymar, ættirnar, almennar upplýsingar um veður, mát og vekt, føroyski róðrarbáturin, grindahvalurin og mangt annað. Eisini eru hagtøl, ið á ymsan hátt lýsa føroysku fiskivinnuna. Seinast í bókini eru upplýsingar um havnir í Føroyum, alivinnuna og oljuvinnuna umframt lógarsavn við viðkomandi lógum.
Umfatandi innihaldið er avmarkað til tað, sum hevur at gera við skip og sjógv. Hetta metir Ernst Olsen avgjørt vera eina styrki við útgávuni, tí heldur enn at gera eitt sindur burtur úr nógvum, verður í Skipalistanum gjørt nógv burturúr tí, sum er veruliga viðkomandi hjá brúkarunum.