Skjótari breiðband frá Vodafone

Í gjár kunngjørdi Føroya Tele, at tað fór at seta ferðina á breiðbandi upp, og nú ger Vodafone tað sama. Nýggja ferðin verður í mesta lagið 10 megabit. Frá novemburmánaði ber til at fáa skjótari breiðband frá Vodafone. Mesta møguliga ferð verður sett frá 6 megabit upp á 10 megabit. Prísurin verður tann nakað tann sami á øllum haldum uttan tí skjótasta, har prísurin fer eitt sindur niður.

- Vodafone ásannar, at Føroyar eftir stuttari tíð eru vorðnar undangonguland innan breiðband, og hetta er fyrst og fremst øktu kappingini á økinum at takka, sigur Bjarni A. Bjarnason, stjóri á Vodafone.

Í gjár kunngjørdi Føroya Tele, at tað eisini setti ferðina upp, og har varð prísurin hjá seinastu haldunum hækkaður og hjá skjótastu haldunum lækkaður.