Skjótt verður Stakksdagur

Fólk, sum hava áhuga, sleppa við út í Stakkin, men her er avmarkað luttøka, og neyðugt er at tilmelda seg til fjalldagin

Eitt av seinastu tiltøkunum, sum verða á mentanardøgunum í Sunda kommunu 12.-21. september, er Stakksdagurin, sum verður leygardagin hin 20. september.

 

Fólki, sum hava áhuga, sleppa við út í Stakkin henda dagin, men her er avmarkað luttøka og neyðugt er at tilmelda seg til fjalldagin.

 

Sambært skránni verður farið frá húsum í Tjørnuvík henda morgunin klokkan 07.30. Kostnaður fyri at verða við er 100 krónur, og hetta er fyri døgurðan til fjallfólkið, tá komið verður heimaftur.

 

Luttøkugjaldið er eisini ein lutaseðil, sum verður við í lutakastinum til seyðauppboðssøluna. Uppboðssølan av livandi seyði og stykkjum úr seyði verður í Tjørnuvík klokkan 17 henda dagin.

 

Í skránni verður sagt, at tombola verður í bygdarhúsinum klokkan 18, og klokkan 23.30 verður dansur.

 

Á Staksdegnum hevur Café Sólja opið í Tjørnuvík frá klokkan 11 til 17.

 

- Her verður møguleiki at keypa suppu, nýbakaðar pannukøkur við róma og heimagjørdum rabarbusúltutoyi, eins og høvi verður at keypa køkur, sæst í skránni fyri mentanardagar. 

 

##med2##

 

##med3##