Skopunarslagið

Ein afturvendandi siður, ið hevur ment seg nógv hesi seinnu árini, eru ættarstevnurnar. Í døgunum 17. - 18. juli verður ættarstevna hildin í Skopun. Tað eru eftirkomarar hjá Selatræð-Janus (Jens Joensen, føddur í Skopun 1845, deyður 1924) og Trinu á Koltursmýruni (Anna Katrina S. Samuelsdatter, fødd í Koltri 1841, deyð 1903), ið hava tikið stig til hesa stevnu. Janus og Trina vóru eftirkomarar hjá nøkrum av teimum fyrstu ættarliðunum, ið settu búgv í Skopun.
Tey fyrstu niðursetufólkini komu ymsastaðni frá. Av teimum fyrstu niðursetumonnunum vóru átta úr Koltri og seks av Sandi.
Skráin fyri ættarstevnuna er fjølbroytt við útferðum, bátatúrum og felags tiltøkum. Freistin at melda seg til var tann 5. juli.

-hkm