Tá ið EB/Streymur fyri viku síðani tapti 3-2 á heimavølli ímóti FC Suðuroy varð tað ikki frítt av spenningi, um tað nú fór at verða EB/Streymur ella 07 Vestur, sum fór at vinna næstbestu deildina.
Á middegi vann 07 Vestur 12-1 á útivølli ímóti B71. Harvið lyfti 07 Vestur seg fram á tindin – eitt stig frammanfyri EB/Streym.
EB/Streymur átti seinnapartin heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, og har var eingin ivi. EB/Streymur vann 9-2. Hálvleiksstøðan var 5-0, og eina løtu var støðan 9-0. Harvið var tað EB/Streymur, sum vann gullkrónurnar, og 07 Vestur silvurkrónurnar. Hesi bæði liðini flyta upp í bestu deildina.
Leif Niclasen hevur í dag tredivu ára føðingardag, og tað feiraði hann við manér á vøllinum við Margáir. Leif skoraði trý av teimum níggju málunum. Harvið er hann toppskjútti við 36 málum. Eingin annar hevur nakrantíð áður skorað fleiri enn 32 mál í næstbestu deildini.
Tá ið tíggju minuttir vóru farnir, hevði Leif Niclasen skorað til 1-0 og 2-0. Trý mál vóru skorað aftrat undan steðginum: Sjúrður Jacobsen økti til 3-0, Ragnar Danielsen umsetti brotsspark 4-0, tá ið tað restaðu tíggju minuttir, og fýra minuttir undan steðginum skoraði Ragnar Danielsen aftur.
Sjúrður Jacobsen skoraði til 6-0, Steffan Olsen skoraði fyri fyrstu ferð í ár, tá ið hann økti til 7-0, so var Leif Niclasen aftur upp á spæl, áðrenn Niklas T. Kruse skoraði níggjunda málið.
So varð gjørt klárt at taka ímóti gullkrónunum og steypinum, og tá minkaði NSÍ tvær ferðír um munin. Í fyrra førinum var tað innskifti veteranurin Helgi L. Petersen, sum skoraði, og í seinna førinum var tað Debes Danielsen, sum er toppskjútti hjá NSÍ við 20 málum.