Skorheim til 17. maihald í Trøndheimi

Borgarstjórin í Trøndheimi, Rita Ottervik, hevur boðið borgarstjóranum í Klaksvík, Jógvan Skorheim at vera við til at hátíðarhalda tjóðardag Noregs 17. mai í Trøndheimi.

Borgarstjórin í Trøndheimi, Rita Ottervik, hevur boðið borgarstjóranum í Klaksvík, Jógvan Skorheim at vera við til at hátíðarhalda tjóðardag Noregs 17. mai í Trøndheimi.

Klaksvík og Trøndheim eru vinarbýir og eru umboð fyri aðrar vinarbýin hjá Trøndheimi eisini boðin við so sum Darmstadt, Graz, Norrkøping, Odense, Tammerfors, Ramallah og Dunfermline.



Tjóðardagin 17. mai verður gjørt nógv burturúr, har serliga skúlaungdómar og felagsskapir ganga skrúðgongu runt um í býnum. Talur verða hildnar og høvuðstaluna í ár heldur Gunnar Bovim, sum er rektari á Universitetinum í Trøndheimi.



Í ár verður gjørt serliga nógv burturúr, nú grundlógin hevur 200 ár á baki. Frá 1380 til 1814 var Noregi eina mest saman við Danmark. Í 1814 yvirtikið av Svøríki og í 1905 í sátt og semju gjørdist Noregi sjálvstøðugt.



Tað hava verðið nógvar skrúðgongur í dag. Tað eru um 100 skúlar í Trøndheimi og eru umboð vegna at kalla allar skúlarnar við í skrúðgongunum. Tá ið tey ganga fram við Ritu Ottervik, borgarstjra, sum fyrrapartin stóð á einum palli í býnum, heilsa øll uppá hana og rópa til lukku við degnum.



Í kvøld er borgarstjórin, Rita Ottervik vertur við í døgurða fyri mongu gestunum víða frá. Í morgin verður m.a. farið í Nidarós Dómkirkju til hátíðarmessu.



Tjóðbúnin verður nógv brúktur í Noregi – eisini til 17. mai. Eitt blað skrivaði at tað sigst, at fleiri enn 60 % av norrmonnum eiga tjóðbúnað, tó eina mest kvinnurnar.

 

Orð og mynd: Dávur Winther