Cristiano Ronaldo er alt annað enn populerur í Onglandi í løtuni. Hansara leiklutur í tapinum hjá Onglandi og útvísingini av Wayne Rooney hava havt við sær, at onglendingar halda lítið um portugisiska spælaran. Men skotar eru hinvegin fegnir um Ronaldo, og nú heitir heimasíðan The Tartan Army á allar skotar um at atkvøða fyri Ronaldo sum besta unga spælara undir HM. Hetta siga teir verður gjørt fyri at arga teir ensku áskoðararnar. Undir hálvfinaluni ímóti Fraklandi í gjárkvøldið, ýldu áskoðararnir eftir Ronaldo hvørjaferð hann hevði bóltin, men Ronaldo sigur, at tað lat hann seg ikki nerva av.