Skotskur trolari hevði ov smáar meskar

Skotski trolarin Atlantic Challenge fekk 50.000 krónur í bót fyri at hava roynt við ov smáum meskum Sjóverjuskipið Væddersen tók Atlantic Challenge hóskvøldið, tí kanningar umborð á trolarunum høvdu víst, at meskarnir í posanum vóru minni enn minstamarkið, sum er 135 millimetrar.

Atlantic Challenge var staddur 30 fjórðingar úr Nólsoynni og fekk boð um at fylgja við Vædderen á Havnina.

Eftir uppskoti frá ákæruvaldinum gekk skiparin við til at rinda 50.000 krónur í bót. Harumframt varð hald lagt á tann ólógliga posan.

Atlantic Challenge er farin aftur til fiskiskap.