Tilburðurin fór fram, tá boksarar skuldu vigast undan eini røð av boksidystum, ið hevði fingið heitið “Slagið millum klanirnar”.
Sjónarváttar hava sagt fyri avísini The Irish Independent, at tríggir mans, sum vóru ílatnir sum politistar, komu inn í móttøkuna á gistingarhúsinum, Regency Hotel.
Tey, sum vóru komin til vigingina, royndu at flýggja í allar ættir, tá tríggir ókendir gerningsmenn byrjaðu at skjóta við automatvápnum. Umframt at ein maður doyði fingu tvey fólk løstir av skotum.
Ikki er enn eydnast at taka nakran eftir hendingina, men vørubilurin, gerningsmenninir tóku til rýmingar við, var funnin nakað seinni í ljósum loga.
Írska boksisambandið avlýsti boksidystirnar, sum skuldu vera í gjárkvøldið, og eisini er alt tað avlýst, sum skuldi vera á skránni í dag.