Bæði í Hoyvík og í Klaksvík skipa tey fyri sokallaðum »skrúvuguðstænastum« í kvøld og í morgin.
Úr Klaksvík siga tey, at skrúvugudstænastan verður í kvøld klokkan 17:30 í Christianskirkjuni. Eitt gentukór, »Ljósakórið«, úr kommununi og kirkjuni í Mosfellsbæ í Ísland luttekaur. Tær koma at framføra nakrar sangir, og ein stutt andakt verður av Hanus á Gørðum, presti.
Síðani verður farið niðurundir í kjallaran til ábit, har øll eru vælkomin.
Í morgin klokkan 17:30 verður eisini skrúvugudstænasta í Hoyvíkar kirkju. Har verður byrjað við eini barnavinarligari gudstænastu, har tey fara at syngja kendar barnasálmar, og barnakór luttekur. Eisini fara tey at hoyra bibliusøgu, áðrenn farið verður níður í kirkjukjallaran at eta skrúvur og kjøtsós, har eisini øll eru vælkomin.