Tíðindaskriv:
Ert tú føroyskur lesandi uttanlands, skalt tú søkja um atkvøðurætt til komandi Løgtingsval. Í fleiri kommunum er freistin longu mikudagin 4. mars, so tú skalt søkja skjótast gjørligt.
Fleiri kommunur – eitt nú Tórshavnar kommuna og aðrar – bjóða møguleikan at skráseta seg á Vanganum.
Býrt tú ikki í eini av kommununum, har hetta er tøkt, kanst tú útfylla umsóknarskjalið og senda tað til tína heimakommunu saman viðinnskrivingarváttan frá tínum útbúgvingarstovni.
Leinkja til umsóknarskjal: https://www.klaksvik.fo/upload/tinymce/56f241b7b6422b70b615054f6550b880f8c2e115.pdf











