Skriðulop kravt mong mannalív

Í miðamerikanska landinum Guatemala royna bjargingarlið at finna fólk, sum hvurvu í fleiri stórum skriðulopum um vikuskiftið.

Tann fyrsta skriðan leyp leygardagin. Hon kvetti ein motorveg av og tók ein buss við sær. Tá umleið 100 bjargingarfólk og onnur royndu at grava mold og eyr oman av bussinum í gjár, leyp ein skriða oman yvir tey.

Talsmaðurin hjá bjargingartænastuni sigur, at tað kann væl hugsast, at eini 100 fólk liggja undir mold og eyri.

Myndugleikarnir í Guatemala søgdu í gjár, at teir høvdu fingið upplýsingar um, at skriðulop ymsastaðni í landinum høvdu kravt 42 mannalív. Hetta var áðrenn tað stóra skriðulopið í gjár, og tí er einki at ivast í, at skriðulopini hava kravt munandi fleiri mannalív, skrivar AP.