Skrivar um hav og fiskivinnu úr Rio de Janeiro

Regin Winther Poulsen hevur skrivað fyri nakrar av heimsins størstu miðlum

Journalistikkurin hevur altíð drigið Regin Winther Poulsen, sum er havjournalistur og hevur skrivað fyri stórar miðlar sum The Guardian, The Atlantic og Al Jazeera. “Eg skrivaði fyri Dimmalætting eina summarferiu, og varð bitin beinanvegin. Eg havi í grundini ikki gjørt annað síðani”.

Hann hevur havt sína dagligu gongd á Pulitzer Hall á Columbia University í New York, har hann hevur tikið eina masterútbúgving í journalistikki á gitna ‘Ivy League’-universitetinum. 

Hann hevur skrivað greinir, ið eru givnar út av stórum, heimskendum miðlum sum The Atlantic, The Guardian, Al Jazeera og Foreign Policy.

Hann hevur búð í Jordan í eitt ár, har hann las arabiskt. 

Regin, sum fríyrkisjournalistur, og brúkar heiti ‘ocean reporter’ – havfjølmiðlamaður – um seg sjálvan, hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Seinastu árini hevur hann serliga skrivað um fiskivinnu, sum hevur hansara stóra áhuga. Hann er partur av Ocean Reporting Network hjá Pulitzer Center og er ein av teimum fyrstu átta Ocean Reporting Fellows hjá Pulitzer Center.

Les samrøðuna við Regin Winther Poulsen, sum býr brasilska stórbýnum, Rio de Janeiro, men millum annað skrivar um yvirfisking í norðuratlantshavi í Sosialinum. Blaðið fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo