Tað gerst alsamt vanligari, at skúlar og barnagarðar skipa so fyri, at børnini sleppa at uppliva, hvussu farið verður fram, tá flett verður.
Í farnu viku sluppu eisini børnini í frítíðarskúlanum í Badmintinhøllini í Havn upp í part, og vit hava fingið nakrar myndir frá teimum.
Hetta er ein góður møguleiki at vísa børnunum, hvussu flett verður og hvaðani maturin kemur.