Skuldin er minkað 1,35 milliardir

Nú er skuldin hjá landskassanum fýra milliardir

Í dag hvur landskassin goldið eitt lán upp á 1,35 milluardir. Landsbankin sigur, at lánið er goldið við  gjaldførinum hjá landskassanum, og samstundis minkar skuldin við hesi upphæddini. Skuldin hjá landskassanum minkar sostatt úr 5,3 milliardum, niður í fýra milliardir.

 

Í juni í fjør tók landskassin eitt lán upp á 1,6 milliardir fyri at fíggja leggja upp fyri einum halli á fíggjarlógini í kjalarvørrinum á koronu. Tá var væntandi, at hallið á fíggjarlógini fór at vera 1,1 milliard í fjør og í ár var væntandi, at hallið fór at vera 500 milliónir. Men gongdin hevur tó víst seg at vera nógv betri enn mett var fyri einum góðum árið síðani, tí hallið á fíggjarlógini í fjør var ikki meiri enn 298 milliónir og fíggjarlógin í ár vísur eitt hall á 355 milliónir.

 

– Av tí at búskaparliga gongdin í fjør og í ár hevur verið betri enn væntað, er peningur nú tøkur, at rinda skuld niður við, sigur Landsbankin.

 

Vit tað, at lánið er goldið gjaldførinum hjá landskassanum, fellur tað niður um 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, ella 3,3 milliardir, sum er eitt krav eftir lógini. Nú er gjaldførið sostatt 13 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, ella 2,9 milliardir. Men eftir lógini ber til at víkja frá kravinum um 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til at næsta landskassalán fellur til gjaldingar.

 

##med2##

 

Talvan oman fyri vísir gongdin í skuldini hjá landskassanum

 

 

 

Eftir summarfrítíðina verður støða tikin til, um tað verður í heyst, at eitt lán skal takast fyri at fáa gjaldførið hjá landskassanum upp aftur á 15 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Ein annar møguleiki er at bíða í eitt ár til næsta lán fellur til gjaldingar í juni 2022.

 

Eitt, sum ivamál er um, er nær koronakreppan er av, og tað ivamálið kann gera, at tað er frægast at taka lánið longu í heyst, heldur enn at bíða til juni næsta ár, sigur Landsbankin.